Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Skúlablaðið: At læra næmingar at kjakast og grundgeva fyri tí, teir meina, er undirskilt í nógvum lærugreinum, men kanska er kjak meira ítøkiligt sett á skrá í samfelagsfrøði, hóast tað ikki er eitt krav í fólkaskúlanum. Hvussu skapa lærarar so eitt tilvit um hetta; tað vil siga at kjakast virðiliga og sømiliga og ikki minst at grundgeva?

Skúlablaðið  hevur sett Inga Wiberg, lærara í skúlanum á Giljanesi, stevnu fyri at hoyra um hansara royndir og sjónarmið hesum viðvíkjandi. Ingi undirvísir tveimum 8. flokkum í samfelagsfrøði.

- Eitt, sum eg tilvitað havi gjørt alla tíðina, tá ið talan er um kjakmentanina, er, at hvørja ferð næmingar svara einum spurningi, so lofti eg spurninginum og spyrji; jamen, hvat nú um? Hvat meinar tú við? Hví sigur tú so? Tað stutta svarið er, at sjálvt um tað er rætt, so er tað ikki nokk. Tú kanst altíð dýpa, hvat tú meinar við.

- Í summum førum provokeri eg tey. Tey svara okkurt, so vendi eg tí og taki ekstremini hinumegin; jamen, er tað ikki eisini í lagi? Hetta, tí at bókin viðger evni, har tann etiski parturin eisini er ein partur av tí í mun til javnstøðu, lógarbrot og so framvegis.

- Eg haldi, at tað hevur týdning at bjóða næmingunum av í teirra sjónarmiðum. Hetta gevur góða venjing í at læra at grundgeva fyri sínum meiningum, og eisini tað at hava eina støðu til okkurt, sum í teirra høvdi kanska er tápuligt, sum tey víðgongdu sjónarmiðini ofta kunnu tykjast.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo