Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Kl 14 í dag bleiv tvíkiljan Slættanes handað alifelagnum Luna.

Slættanes er 13m long og 6m breið. Tvíkiljan hevur 2 framdriftsmotorar uppá hvør 425 Hk, og ein 70 KVA generator. Av deksútgerð kann nevnast ein radiostýrdur Palfinger 23 tons krani, ein hydrauliskur kapstanur uppá 6 tons og tveir uppá eitt tons.

Tvíkiljan er útgjørd við messu, WC, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

Hettar er nýbygningur nr. 45 sum KJ hevur smíðja og nr 7 til Luna. Nýbygningarnir nr. 46, 47 og 48 eru kontraktaðir og farnir í framleiðslu. Nr 46, sum eisini er til Luna, verður handaður teimum í apríl mánaði.

Síðani er ein til Bakkafrost og ein til Íslands.

Tvíkiljan Slættanes er gjørd í tøttum samstarvi við Luna, har serligur dentur er lagdur á gott arbeiðsumhvørvi. Hon skal vera góð og trygg at arbeiða við í øllum líkindum og nógv er gjørt fyri at fáa ljóðviðurskiftini so góð sum til ber.

Undirveitarar eru m.a.:
Kári Jóhannesen
Bátatænastan
PFJ EL
Contrive
Gummibátatænastan
Sámal í Jógvansstovu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo