Triðja útgávan av Kirkjutíðindum í ár er júst borin út.
Í blaðnum er m.a. frásøgn úr Glyvra kirkju, reportasja úr Kaldbak, har Páll Reinert hevur verið deknur og kirkjuráðslimur í 40 ár, Edvard í Skorðini Joensen hugleiðir og Torbjørn Jacobsen svarar spurningum um fólkakirkjuna.
Harafturat eru tíðindi um organistin úr Notre Dame, sum er á veg til Hoyvíkar, og eisini er ein nýggjur jólasálmur prentaður.
Felagið fyri kirkjuráðslimir gevur út.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo