Mikukvøldið var ætlanin hjá Felagnum Varðanum at hava framløgu av tí elstu kirkjubókini fyri Vága prestgjald.
Henda framløga skuldi vera í bygdarhúsunum í Miðvági, og alt var til reiðar.
Har skuldi Jørgen Niclasen bjóða vælkomin. Jógvan Ravnsfjall skuldi greiða frá um prestarnar sum skrivað høvdu bøkurnar.
Inga Poulsen Dam skuldi greiða frá gomlum og nýggjum kirkjubókum.
Ritstjórin Johan G. Mikkelsen skuldi fáa fyrsta eintakið av hesi bók.
Nú var alt klárt – og so kom koronan týsdagin seinnapart og spilti spælið.
Nær verður so framløgan?
Hon verður tá líkindi vera. Vit vita at farsóttir dána sum frá líður.
Tá skal okkara partur ikki liggja eftir.
Felagið Varðin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo