Í nátt andaðist útvarpsmaðurin Elis Poulsen, boðaði Útvarpið frá á middegi.
Útvarpið segði í tíðindunum á middegi, at Elis Poulsen gjørdist kendur í fólkakærum sendingum sum Lurtararnir og vit, Tit skriva vit spæla, og ikki minst fyri sendingina Upp á tá, tá ið hann hvørt fríggjakvøld varpaði dansibandstónleik út um landið.
Hóast illa plágaður av sjúku, var Elis Poulsen virkin til tað síðsta, tá tónleikur til Upp á tá skuldi veljast.
Elis Poulsen gjørdist 67 ára gamal.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo