Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Mikukvøld prátaðu vit leingi í telefonini. Kemm hevði tað ikki gott, men gramdi seg tó bara um, at Olivia hevði fingið koronu. Morgunin eftir varð hann innlagdur og longu sama kvøld sovnaði hann burtur.

Hetta var nakað, vit ofta høvdu tosað um. Kemm óttaðist ikki at doyggja, men hann stúrdi fyri, hvussu stórt stríð tað fór at verða fyri tey avvarðandi, um tey skuldu plágast av, at hann lá í vikuvís í andaleypi.

Hann hevði roynt nakað líknandi fyrr fyri góðum ári síðan. Læknarnir fingu tá lív í hann aftur. Kemm helt, at tað var ikki bara orsakað av læknunum, men eisini av einum aktivum vali frá hansara síðu, tí onkunstaðni gjøgnum tokuna sá hann familjuna fyri sær og gjørdist sannførdur um, at hansara tími kortini ikki var komin.

Hetta tosaðu vit nógv um. Hann hevði nógvar hugleiðingar um hesa hending. Og hann var sannførdur um, at hann fór ikki at klára fleiri tílík tørn aftrat.

Regluliga spurdi hann, hvussu langt eg var komin við minningarorðunum. Hvørjaferð eg spurdi um okkurt frá sjeyti- ella áttatiárunum svaraði hann: “Ná, ert tú nú endiliga farin at skriva minningarorðini?” Ikki so løgið, tá ein hugsar um, at hann skrivaði sín egna jarðarferðarsálm.

Kemm var inn og út av sjúkrahúsinum og greiddi í fleiri førum frá hesum, at nærkast tromini. Hann hugleiddi um tunnilin um Tangafjørð, har hann í ørsku sá eina bjarta frákoyring – har tað stóð “Innkoyring bannað”, men ein pílur vísti honum aftur til Havnar. Hann sá fyri sær Oliviu, børnini og abbabørnini og græt av gleði. Hann kendi á sær, at hann ikki var ferðabúgvin enn, enn eina stund kundi onkur kanska fáa gleði burturúr honum.

Og sanniliga fingu mong okkara gleði burturúr honum, hetta árið hann fekk aftrat.

---

Kemm var eitt produkt av síni samtíð og einum umhvørvi, har avbjóðingarnar vóru øðrvísi enn í dag. Hann stríddi seg ígjøgnum tað mesta og altíð fekk hann høvdið uppundanaftur. Hann var smekkfullur í hugskotum, tøkniliga framkomin og var á fleiri økjum ein slóðari, fjølbroyttur og positivur.

Tey flestu í dag kenna hann frá films- og reklamuarbeiði, frá Ferðslutrygd, frá Norrønu og sum ferðaleiðara og hýruvognsførara. Kemm kendi øll og gjørdi aldri mun á høgum og lágum.

Kemm var sannførdur um, at Gud hevði humor. Sum próstur vísti á til jarðarferðina, so segði Kemm einaferð, at um Gud ikki hevði humor, hevði hann ikki havt skapt Kákamennirnar og tey í Andarisi á Sandi – haðani ættir hansara komu. Hann gjørdi sjálvspei til eina listargrein.

Tí kundi hann eisini tosa einfalt, lætt og skemtandi um trúarmál, tí tað var ikki so innviklað eftir hansara fatan. Hansara trúgv var einføld barnatrúgv. “Óansæð hvat fariseararnir siga, so má náðin vera fullkomin – tí tað er kontant avrokning”, segði hann einaferð og vísti til ránsmannin á krossinum, sum fekk ein seinasta kjans – og tók hann.

Kemm var eins sannførdur um, at hann hevði fingið ein kjans. Eftir at vera komin av sjúkrahúsinum aftur á Boðanesheimið í január í fjør segði hann skemtandi ein dagin, at “hansara billett til Himmeríki var í ordan”:

“Fyristilla tær gronina á havnarfólki, tá børsarin Kemm og Várharra koma spákandi inn eftir gullgøtunum? Tey verða líka kløkk sum øll hini vóru hinaferð, tá ránsmaðurin á krossinum kom brestandi inn í Himmalin undir arm við Jesuspápanum. Tað snýr seg nemliga slett ikki um, hvat Kemm hevur gjørt, men hvat Várharra hevur gjørt fyri Kemm.”

Einfaldari kann tað ikki blíva. Kemm tørvaði ikki nakra troyst – royndi ein at troysta hann, so endaði tað hvørjaferð við, at ein bleiv troystaður sjálvur. Ella at mann onkursvegna fann troyst í onkrum genialum, Kemm hevði sagt.

---

Máttu tit avvarðandi onkursvegna funnið troyst. Góða Olivia - eg kann ikki seta meg í tína støðu. Men eg vóni inniliga, tú onkursvegna finnur ugga. Vit syrgja við tær og tykkum.

Tú veitst ikki, hvussu nógv ein vinur manglar, fyrrenn hann er burtur. Tómrúmið eftir Kemm er ómetaliga stórt. Síðan hann flutti inn á Boðanesheimið hevur hann fylt nógv í gerandisdegnum. Vitjanir, prát, telefonsamrøður, Messenger, teldupostar – samskiftið seinastu tvey árini kundi fylt fleiri bøkur.

Aldrin havi eg flent so nógv, sum saman við Kemm. Ongum havi eg gjørt so nógv stuttligt saman við sum Kemm. Hann var genialur at siga frá. Dugdi at krydda og pynta frásagnirnar, so fólk sótu sum á nálum.

Kemm dugdi ikki bara at siga tað, hann dugdi eisini at skriva tað. Nakað, sum sangarar og tónleikarar hava notið væl av. Og tað var ein ómetalig frøi at uppliva, at nakrir av hesum lyftu løtuna í Vesturkirkjuni mikudagin nærmast upp til eitt statsbegravilsi. Túsund takk fyri hetta einastandandi upplivilsi, allir samlir.

---

Onki merkti Kemm meira enn umsorganin. Veruligur næstrakærleiki í verki. Ein trúfastur vinur. Fyri vikum síðan doyði systir mín – tað harmaði Kemm øgiligt og tað var ikki dagur, at hann ikki fregnaðist um støðuna og royndi at troysta, hóast deyðasjúkur sjálvur. Men tað eyðkendi hann, at hini altíð komu fyrst.

Nú er røddin tagnað. Og tað er onki minni enn ómetaliga syrgiligt. Trist og tómt út um øll mørk. Eg kann tó ikki lata vera við at hugsa, at tann rúmligi himmalin, Kemm trúði á, er vorðin betýðiligt stuttligari síðan næstseinasta hóskvøld.

Hvíl í friði, vinurin.

óla jákup

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo