Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Í hesum døgum er ein áhugaverd næmingaframsýning á bókasavninum við Løkin. Framsýningin kallast Kattaklór, og eru tað næmingar á handaligu breytini í 9. flokki, sum hava gjørt verkini. Uppgávan hjá næmingunum var at lýsa seg sjálvan við kattaklóri.

Kattarklór eru smáar tekningar og mynstur, sum vera knýtt saman í huganum til størri mynstur og myndir á einum arkið. Úrslitið er ein sjálvsmynd, sum lýsir hvørji tey eru. Íblástur fingu næminganir úr teirra egna hugaheimi og av alnótini. Andlitið er skuggamynd av hvørjum einstakum næmingi. Lærarar á handaligu breytini eru Sára Mrdalo og Hans Toftegaard.

Framsýningin hevur fingið stórt uppmerksemi frá næmingum í skúlanum. Undir hvørjum verki eru skiftandi spurningar, sum biðja hyggjaran finna ávísar smálutir í stóru myndini. Tað standa javnan næmingar og leita eftir smálutum í tekningunum, og kappast og fegnast tá okkurt verður funnið. Hetta kveikir hugflogið og forvitni hjá næmingum.

Haraftrat er tað sera áhugavert at síggja andsøgnina til tíðarandan í dag, har alt skal ganga so skjótt fyri seg, og helst vera talgilt. Tað hevur tikið sera langa tíð hjá næmingunum at tekna verkini, og hevur kravt gott tol og áhaldni. Hetta arbeiðið hevur verið beint øvugt av teirra vanliga og undirhaldandi frítíðarlívi, har alt gongur skjótt fyri seg. 

Kattaklór styrkir innlæringina

Henda listgrein kallast doodle art á enskum. Sambært Wikipedia hevur tekning av kattaklórum góða ávirkan á minnið og tíni evnir at hugsavna teg. Har verður víst á eina vísindaliga kanning, sum staðfestir, at tá ein situr og teknar kattaklór, so brúkar tú júst so mikið av orku, at tú klárar vera nærverandi í eini støðu, td. undirvísing, tó uttan at droyma teg púrasta vekk. Sostatt fært tú betur hugsavna teg um at lurta og læra, um tú situr og teknar kattaklór.

Framsýningin er alment opin tá bókasavnið er opið gerandisdagar frá kl 13.00 – 18.00.

Sí fleiri myndir og les meira um bókasavnið á www.lokin.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo