'Jørðin er eitrað', ið varð frumsýndur á Tjóðpallinum 15. mars, er ein leikur um upplivingar hjá føroyskum krígsveteranum - eitt sjáldsamt, rørandi og sera viðkomandi evni. Leikurin hevur fingið allarbestu skoðsmál frá bæði ummælarum og áskoðarum og farið verður nú undir seinastu sýningarnar.
Eitt, sum eyðkennir upplivingarnar hjá áskoðarunum, er, at leikurin setur tankarnar í gongd og fær okkum at broyta áskoðan á kríggj, myndugleikar og tey menniskju, sum velja at fara í kríggj.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo