Í samband við árliga endatreffið, sum í ár er á Mølini á Eiði, skipaði Camping.fo fyri árliga ársaðalfundinum í Hólmahúsinum á Eiði í dag.
Formaðurin seinastu 15 árini, Ivan Skorheim ynskti at siga seg frá sum formann og at sleppa úr nevndini. Hann ynskti tó at veraa til hjálpar og bjóðaði seg fram sum eykalim. Krissolvur Johannesen, næstformaður ynskti somuleiðis at sleppa úr nevndini. Hann heldur tó fram sum trúgvur stuðul hjá felagnum. Aðalfundurin takkaði teimum báðum fyri trúgva tænastu.
Fyri vali stóðu tveir nevndarlimir og ein tiltakslimur.
Eftir áheitan stillaði Katrin Haraldsen upp til nevndina aftur. Hon var við til at stovna felagið og sat tá í nevndini í nøkur ár.
Vald í nevndina vóru hesi:
Magnus Jacob Magnussen, 1. Tiltakslimur kom nevndina.
Katrin Haraldsen,
Ivan Skorheim, 2. Tiltakslimur
Nevndin hevur skipað seg soleiðis:
Katrin Haraldsen, Forkvinna
Tórun Fredriksberg Dalfoss, Næstforkvinna
Hans Jákup Kollslíð, Kassameistari
Magnus Jacob Magnussen, Skrivari
Tummas Heri Thomassen, Nevndarlimur
Rasmus Petur Tróndheim, 1. Tiltakslimur
Ivan Skorheim, 2. Tiltakslimur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo