Í morgin verður gul av landnyrðingi, sólglottar, turt og hitin 4-6 stig.
Týsdagin mestsum stilli, bara ein ond eystaneftir, sólglottar og kalt, 4 stig, um náttina 2 stig.
Mikudagin sum frálíður uppí frískan vind av landnyrðingi, samdrigið men turt og hitin millum 2 og 4 stig.
Hósdagin strúkur í vindi av landnyrðingi, fyrrapartin kanska okkurt vátaslettingsæli, seinnapartin kanska sólglottar, hitin alt samdøgrið 4 stig.
Fríggjadagin minkar vindurin niður í lot til frískan vind, turt og løtur við sól og sami hiti 3-4 stig alt samdøgrið.
Næsta vikuskiftið verður hann beinur norðan, vindurin verður frískari og tað verður eisini kaldari, niður ímóti frostmarkinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo