Tórshavnar kommuna: Í dag seinnapartin var hátíðarhald á Panorama í sambandi við, at Jónsvein Lamhauge, havnameistari, leggur frá sær 1. apríl 2022. Borgarstjórin beyð vælkomin og segði nøkur orð um Jónsvein.
- Ja, so hevur Jónsvein valt at leggja frá sær. Um Jónsvein kunnu vit siga, at hann er føddur í Rituvík miðskeiðis í fimtiárunum, gekk í skúla í Rituvík og seinni á Glyvrum – og so rættiliga tíðliga á skiparaskúla og gjørdist skipari sum heilt ungur, meðan dangurnar enn lógu við bryggju við Nyk á Toftum og við Lynfrost í Runavík.
- Men vit her í Havn kenna hann sum keifúta í meira enn ein mansaldur – ikki færri 37 ár tilsamans hjá Tórshavnar havn. Hann bleiv havnameistari í 1993. Hann sæst ofta tita millum stovnar á súkklu, men oftast til gongu. Bil brúkar hann treyðugt.
- Vit, sum hava arbeitt saman við honum, kenna hann sum skilagóðan, hóast hann ofta kann halda uppá sítt. Onki er tó at ivast í, at hann er ein góður diplomatur, tí hann hevur stórt sæð klárað at hildið frið á sínum arbeiðsøki – og tað við kundum, sum altíð ynskja sær sera góða sømdir.
- Nú mugu vit so bara smyrja okkum við, at hann hevur tikið sítt tørn og kundi mynstra av, akkurát tá tað passaði honum. Og tað verður nú pr. 1. apríl.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo