Henda mánaðin hevur Jóna Birgit Nattestad framsýning í Betri í Miðvági.
Hon hevur málað í nógv ár og nomið sær kunnleika á skeiðum í Føroyum, Danmark og Grikkalandi. Eisini undirvísir hon børnum á kvøldskúlanum í Listastovuni í Vága kommunu.
Tað eru serliga litirnir úr vøkru, føroysku náttúruni, sum geva henni íblástur.
Birgit hevur sýnt fram eitt nú á Listasavni Føroya á Óalvsøku, Müllers pakkhúsi, Smiðjuni í Lítluvík, Vestanstevnum, Dugna, SMS og Løkshøll.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo