Vága kommuna: Fríggjakvøldið 22. desember kl. 18:00 siglir jólaskipið Heimdal inn á Sandavág og síðan Miðvág, og við eru serligir gestir - nevniliga jólamenninir. Heimdal siglir fyrst inn á Sandavág, og síðan inn á Miðvág og leggur at úti á Bakka.
Sum kunning til djóraeigarar, so verður eitt sindur av fýrverki skotið fyri Heimdal og jólamonnunum í báðum bygdunum.
Jólamenninir hava heilt víst okkurt gott við til børnini tá teir koma á land, men fyrst ganga vit heim í miðstaðarøkið saman við jólamonnunum og vættrunum, har tað eisini verður bjóða eitt kakao og bollar. Tað er eitt gott hugskot at hava egnar koppar við, so vit minka um einnýtis nýtsluna.
Alt tiltakið er ókeypis. Vegastrekkið frá bygdaskúlanum og út á Kumlar verður stongt ímeðan tiltakið er.
Vónandi koma nógv børn og vaksin at taka ímóti jólamonnunum. Um veðrið ikki verður til vildar, verður tiltakið flutt inn í bygdarhúsið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo