Íslendskir og altjóða miðlar skriva í dag, at íslendski tónleikarin og tónaskaldið, Jóhann Jóhannsson, er deyður bara 48 ára gamal. Hann varð funnin deyður í íbúðini í Berlin, har hann búði.
Jóhann var upprunaliga við í íslendska bólkinum Appart Organ Quartet, sum vitjaði í Føroyum, tá Norðurlandahúsið fylti 20 ár.
Jóhann var millum virknastu tónaskøld í Norðurlondum og gjørdi nógvan virðisløntan filmstónleik. Í 2015 fekk hann Golden Globe virðislønina fyri tónleikin í filminum The Theory of Everything.
Nýggjasti filmur, hann hevur gjørt tónleik til, er bíbilski filmurin um Mariu Magdalenu, sum Garth Davis gjørdi við Rooney Mara í høvuðsleiklutinum. Sum einasti biografur í Norðurlondum sýnir Havnar Bio filmin 22. mars í originalari versión uttan danskan undirtekst.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo