RD Group: Hetta verður heilt ótrúliga stuttligt! Jenny Berggren frá Ace of Base kemur við til 90’ini umaftur í Høllini á Hálsi 9.mars.
Jenny Berggren, forsangarin í svenska poppbólkinum Ace of Base og nú solo sangari, bleiv kend longu sum 19 ára gomul.
Fyrstu tvey løgini ið bólkurin gav út – løgini All That She Wants og Wheel Of Fortune – blivu nummar eitt og tvey á hittlistum, longu áðrenn bólkurin hevði almannakunngjørt seg.
Fløgan hjá bólkinum ‘The Sign’ toppaði flestu hittlistar kring heimin í byrjanuni av 90unum og seldu tey yvir 25 milliónir plátur. Hetta førdi við sær, at plátan er mest selda ‘debut’ pláta nakrantíð. Viðgongdin hjá plátuni gav meira inntøku til Svøríki, enn viðurkenda svenska bilframleiðslan Volvo gav, tað árið.
Bólkurin sum upprunaliga er mannaður av systkjunum Jenny, Linn og Jonas Berggren og síðan við vini teirra Ulf ekberg, byrjaðu at skriva tónleikin heima hjá foreldrunum hjá Berggren systkjunum í Gøteborg.
Brádliga viðgongdin hjá bólkinum bleiv risastór og blivu tey heimskend eftir fáum vikum. Hetta førdi eisini við sær eina skelkandi hending fyri kvinnuna ið nú kemur til Havnar í høllina á Hálsi. Í apríl í 1994 var hon úti fyri, at ein maður hevði brotið seg inn í heim teirra og hótti Jenny við lívinum og bað hana føra seg til restina av bólkinum, ið hann ynskti at møta.
Tíðin eftir álopið var hørð fyri Jenny, men við risastóru viðgongdini ið bólkurin nú hevði fingið, var ikki møguligt at steðga á og trekkja seg aftur. Bólkurin hevði óteljandi framførslur á skrá og bert ein mánaða seinni, lá pláta teirra ovast á hittlistum kring heimin og ferðin sum heimsstjørnur var byrjað.
18 mánaðir eftir álopið, góvu tey út lagið ‘The Bridge’ ið snýr seg um hendingina og sum eisini bleiv eitt væl umtókt lag. Møguliga verður hetta lagið eisini at hoyra í Høllini Á Hálsi 9.mars, vit kunnu bara gleða okkum. Bólkurin var á konsertferð út í eitt frá 1992 til 2009, og var ein tann størsta áhoyrarafjølin í Tel Aviv, ið taldi 55.000 fólk.
Tilsamans góvu tey út 4 plátur, umframt eina plátu við størstu hittunum. Sum nøkur av sera fáum svenskarum, hevur bólkurin vunnið tvær American Musik Award virðislønir og tvær Billboard virðislønir og hava tey selt yvir 40 milliónir plátur tilsamans.
Tey vóru risastór í 90’unum og tí er tað ómetaliga stuttligt at Jenny Berggren nú kemur til Føroya at syngja øll tey bestu løgini ið bólkurin gav út.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo