- Í bókini sigi eg frá nøkrum av teimum upplivingum, mær og mínum hava verið fyri á leiðini. Nógv av tí er undrunarsamt og spennandi, slíkt tú ikki skilir, tá tað hendir, men lítur í undran afturá, tá tað er hent, sigur Jenis av Rana um bókini.
Brot úr bókini
Kann eitt hjarta frysta, so hendi tað har á gólvinum í vaskirúminum á Eirargarði, tá eg sá miðlingasonin í klóm deyðans.
Eg loyvdi mær at útdýpa hetta, meðan eg tókst við at opna hurðina, men tá eg vendi mær á, fyri at biðja góða nátt, hvakk eg við, tí har sat hann í sjóheitum gráti.
Sjálvandi vaknaði illgrunin eisini, sum eg sessaðist í bili teirra. Ruggaði alt rætt? Var hon yvirhøvur lækni? Hvagar fóru tey við mær?
"Hvør er tú og hví klappaði tú”? Spurningarnir vóru kontantir, røddin avdúkaði einki. Var hann vinur ella fíggindi, vóru ætlanir hansara góðar ella?
Dave Rudenis fór súklandi til arbeiðis, og aftur í dag stóð smádrongurin, á sama staði sum í gjár og í fyrradagin, á einum horni við Pinellas parkina.”Stendur hann her, tá eg komi heim aftur frá arbeiði, fari eg at spyrja hann hví, hugsaði hann.
"Løgmaður Kaj Leo Johannesen og frú bjóða Jenis av Rana, formanni Miðfloksins, til døgurða í Kirkjubø í sambandi við vitjanina hjá Jóhonnu Sigurdardóttir, forsætisráðharra Íslands og frú Jónínu".
Tá bleiv eg bráddliga ræðslusligin, væntaði, at at nú fór hon at doyggja frá okkum. Og hugsanin kom, at hon mátti bara ikki doyggja har á baðirúmsgólvinum.
Ræðslan fekk meg at rópa, men orð kom einki. Hann, hon, tað ella tey, ið vildu mær ilt, nærkaðust, trilvaðu eftir mær, gjørdu seg inn á meg, gjørdu klár til endaligu avrættingina.
Dominggus Kenjam varð skorðin á háls, blakaður til síðis og fjaldur undir bananbløðum, sum siður er í Malaysia, at gera við tey deyðu.
Borgarstjórin segði okkum frá lívi sínum saman við Gudi, teir stóðu um hann, í alt 9 mans, nærum kappaðust um at vátta tað, ið hann segði, halleluja og amen fyltu skrivstovuna. Og so leiddi varaborgarstjórin lovsong.
Tá brast hann útúr at gráta, meðan hann greiddi mær frá.
"Eg varð so vónbrotin, tá tú fór avstað, tí eg hevði biðið Gud um, at tú skuldi koma suður, fara inn í kamarið, leggja hendurnar á hana og biðja um grøðing".
Har stóð hon, unga kvinnan í móttøkuni. Eg visti beinanvegin, eg sá hana, at hatta var hon, Harrin vildi hava meg at tosa við.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo