Talvsambandið: Dysturin millum Føroyar og Andorra í dag í smálandakappingini í talvi á Jersey endaði javnur 2-2.
Høgni Egilstoft Nielsen hevur verið tryggur á 1. borði. Hann er ósigraður higartil, og í dag telvaði hann remis móti spanska stórmeistaranum, sum nú í fleiri ár hevur umboðað Andorra. Oscar De La Riva vann spanska meistaraheitið fyri einstaklingar fyri júst tjúgu árum síðani.
Martin Poulsen hevur ikki havt eydnuna við sær enn. Úrtøkan higartil er eitt remis. Remis er veteranurin John Rødgaaard trygg borgan fyri. Hann hevur telvað javnt í hvørjum dysti higartil. Luitjen tapti í lykladystinum móti Luksemburg, men hevur nú fingið glið á og vunnið alt síðani. Jón í Horni Nielsen hevur bara telvað eitt talv, og tað vann hann.
Føroyska liðið er nú dragnað aftur á fimta plássið, men einki er enn avgjørt. Við einum góðum spurti kunnu vit saktans vinna okkum fram í oddan aftur.
Stolt siðvenja
Føroyar hava vunnið smálandakappingina í talvi oftari enn nakað av hinum liðunum. Hetta er áttanda kappingin í røðini. Telvað hevur verið í hesi kappingini annaðhvørt ár síðani 2009.
Føroyar hava í alt vunnið smálandakappingina aðruhvørja ferð. Seinast - í 2021 - vóru Føroyar bestar.
Úrtøkan hjá føroysku telvarunum á Malta í 2021:
1. Helgi Dam Ziska 6/7
2. Høgni Egilstoft Nielsen 7/8
3. John Rødgaard 5½/7
4. Luitjen Akselsson Apol 7½/9
5. Jón í Horni Nielsen 3/5
Í morgin 1. november er dupultumfar á skránni. Tá eru dystirnir í fimta og sætta umfar fyri. Fyrri dysturin hjá Føroyum verður móti Guernsey. Hann byrjar klokkan tíggju. Klokkan 16. verður farið undir seinna dystin, sum verður móti Kyprós.
Leinki er til dystirnar á heimasíðu Talvsambandsins - faroechess.com.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo