RD Group: Hitmakarin Janus Wiberg Mortensen fer at framføra á pallinum til OY Voxbotn 2024. Saman við vælspælandi bólki sínum fer hann at borðreiða við hansara vælumtóktu landaplágum.
Janus hevur staðfest seg sum dugnaligur tónleikari á føroyska tónleikapallinum. Hann byrjaði longu í 2014, tá hann gav út fløguna “Breathing”, sum stóð seg væl.
Tá hann í 2017 gav út lagið “Mítt vakra Føroya Land” var leyst og liðugt. Janus gjørdist ein hin bjartasta stjørnan á føroyska tónleikahválvinum, og er lagið vorði eitt hitt best umtókta nakrantíð á klettunum, síðani Frændir sungu so fagurt um oyggjarnar.
Síðan tá hevur Janus givið okkum nógvar góðar konsertløtur og verður tað uttan iva ein afturat á OY Voxbotn 2024. Vit gleða okkum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo