Nú byrjar at fyllast á plakatini hjá Okkara Voxbotn 2018. Tí í dag boða fyriskipararnir frá, at eisini Janus W. Mortensen og Jens Marni Hansen fara at framføra í Vágsbotni í summar. Og longu nú er greitt, at Nephew, Mike Perry, Gilli, Byrta, Hardinger Band, Swangah, Hamradun og Danny & The Veetos eisini verða millum nøvnini, sum fara á pall í Vágsbotni í 30. juni.
Janus W. Mortensen hevur hittað alt summar við lagnum “Mítt vakra Føroya land” og er hetta fyrsti sangurin, sum Janus hevur givið út á føroyskum. Og tað er einki at ivast í, at fólk veruliga hava tikið sangin til sín. Janus hevur gjørt sangin saman við millum øðrum Jens Marna Hansen, sum eisini fer á pall saman við Janusi á Okkara Voxbotn 2018.
Í 2014 gav Janus fløguna “Breathing” úr, har serliga sangurin “I Can Hear You Heartbeat” gjørdist kendur og bleiv nógv spælur á føroysku útvarpsrásunum. Fyri kortum gav Janus sangin “Liva Her og Nú” út, sum eisini verður nógv spældur.
Forsølan til Okkara Voxbotn 2018 hevur gingið sera væl. Bara nøkur heilt fá atgongumerki eru eftir á summum sølustøðum og fyriskipararnir vænta tí, at Okkara Voxbotn 2018 verður útselt áðrenn jól.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo