Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Dartsambandið: Nordic Cup í dart, sum er í Reykjavík, endaði leygardagin við øllum finalunum í teimum ymisku greinunum.

Føroyar høvdu ein leikara við í finalunum. Tað var Jan Erik Fjallstein, sum var í finaluni í einmansleiki hjá monnum.

Jan Erik hevði spælt ómetaliga væl í kappingini fríggjadagin. Mótstøðumaðurin var heldur ikki hvør sum helst, tí Johan Engstrøm hevði spælt seg í allar tríggjar finalurnar á mannfólkasíðuni. Beint áðrenn finaluna móti Jan Erik, hevði Johan vunnið finaluna í tvímansleiki, og út á seinnapartin skuldi hann spæla finalu í liðkappingini. Men einki av hesum sá út til at nerva svenska mótstøðumannin.

Í fyrsta settið fylgdust báðir. Johan slapp fyrst at royna at lukka, og tað gjørdi hann beinanvegin. Næstu settini hevði Jan Erik trupulleikar við at fylgja við, tí Johan Engstrøm spældi bara betur og betur og Jan Erik fekk ongan møguleika, tí Engstrøm lukkaði alt beinanvegin, áðrenn Jan Erik yvirhøvur fekk møguleikan.

Ikki fyrr enn í sætta settið bragdaði, tá Jan Erik var fyrr niður á lukking, tók av beinanvegin og minkaði um munin til 1-5. Men hetta skuldi vísa seg at verða einasti møguleiki Jan Erik fekk, tí Engstrøm helt á við góða spælinum, meðan Jan Erik var leitandi í sínum spæli. Og brátt var dysturin liðugur, Johan Engstrøm vann 7-1, og harvið fekk Jan Erik silvur.

Málsetningurin um at fáa minst eitt heiðursmerki til Føroya var náddur. Svøríki var undan kappingini greiður favorittur í øllum greinum bæði hjá kvinnum og monnum og Svøríki endaði eisini við at vinna allar seks kappingargreinarnar.

Nordic Open verður sunnudagin
Sunnudagin skulu allir føroysku leikararnir aftur í eldin. Tá er Nordic Open á skránni. Hetta er ikki partur av Nordic Cup fyri landslið, men er ein WDF-kapping fyri einstaklingar, eins og t.d. Tórshavn Open og Iceland open, ið vóru fyrr í vár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo