Hóskvøldið 21. september kl. 19 skipa Íverksetarahúsið og Føroya Tele fyri einum kveikjandi tiltaki í Klingruni hjá Føroya Tele í Hoyvík. Talan er um eina íverksetarakafé, har ið framløgur við kendu donsku íverksetarunum Casper Blom og Martin Larsen eru á skránni.
Casper Blom byrjaði sín egna nethandil sum einans 12 ára gamal, og hevur síðani verið við til at seta fleiri fyritøkur á stovn. Í dag er hann eigari og sameigari av millum annað Domino’s Pizza í Danmark, ChiliSecurity.dk og Soundboks.
Martin Larsen er stjóri og sameigari í ChiliSecurity.dk og hevur millum annað verið við til at seta Just Eat í Svøríki á stovn.
Teir báðir fara at fortelja sínar søgur og greiða frá royndum teirra at byggja upp og reka egna fyritøku.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Um tiltakið á Facebook: www.facebook.com/foroyatele/videos/1843482399000023/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo