Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ítróttur

Flogbóltssambandið: Hóast Ísrael bert er tvey pláss hægri enn Føroyar á europeiska styrilistanum, má bara ásannast, at munurin í veruleikanum er væl størri, tí Føroyar megnaðu einki at gera við sterka ísraelska liðið, sum vann lættan 3-0 sigur fyrsta umfari í Silvurliguni, sum um vikuskiftið verður spælt í Kópavági í Íslandi.

Ísrael legði seg alt fyri eitt framum 11-1, og sjónligt var, at hesin dysturin kundi fara at gerast Føroyum rættiliga stríggin. Og munurin minkaði ikki; Ísrael vann fyrsta settið 25-11.

Gongdin í øðrum setti var lík; Ísrael legði seg á odda 6-0 og 12-2, áðrenn settið varð vunnið 25-12.

Heldur frægari gekk at byrja við í triðja setti, hóast endin ikki var so ólíkur hinum báðum settunum. Eftir 4-4 fór at dragna millum liðini, og at enda vann Ísrael 25-13.

Sunnudagin møtast Ísland og Ísrael.

Næsta vikuskifti verður annað umfar í Silvurliguni spælt Føroyum. Tá kappast Føroyar, Ísland og Eysturríki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo