![Arnarlax](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/6/a/csm_Arnarlax_518226b5c2.jpg)
![Arnarlax tvikilja](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/a/2/csm_Arnarlax_tvikilja_c1e542ac95.jpg)
![Arnarlax](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/6/a/csm_Arnarlax_518226b5c2.jpg)
![Arnarlax tvikilja](https://www.vp.fo/fileadmin/_processed_/a/2/csm_Arnarlax_tvikilja_c1e542ac95.jpg)
KJ: Í morgun skrivaðu Björn Hembre, stjóri í Arnarlax, og Ólavur Asafsson Olsen, stjóri í KJ, undir sáttmála, um bygging av nýbygningi nr. 62.
Tvíkiljan verður 15 metrar long og 8,5 metrar breið. Tvíkiljan fær tveir framdriftsmotorar, á 500 hk hvør, og ein Himoinsa 115 KVA generator. Av deksútgerð kann nevnast ein radiostýrdur Palfinger 65 tons krani, ein kapstan á 1,5 tons og tveir á 3,0 tons.
Tvíkiljan er útgjørd við messu, vesi, arbeiðs-/klædnarúmi og allari vanligari nautiskari útgerð.
Hetta verður sostatt triðja tvíkiljan, sum Arnarlax hevur frá KJ. Hinar eru Eygló, bygd í 2012, og Jónleyg, bygd í 2007.
Hetta er harafturat triði nýbygningur, ið verður bygdur til Vestfirðirnar í Íslandi, seinastu tvey árini. Fyri stuttum undirskrivaði KJ sáttmála við íslendska felagið Háafell, um bygging av nýggjari tvíkilju, sum verður latin kundanum í heyst. Í januar 2021 bleiv Tannanes veittur til Arctic Fish.
Umframt tvíkiljurnar til Íslands, framleiðir KJ eisini aliringar á Ísafjørðinum til Háafell, og seinni í ár fer KJ undir at framleiða aliringar, ið eru 200 metrar í ummáli, til eysturlandið í Íslandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo