Í gjár, hósdagin 4. juli, skipaði ÍSF fyri almennari móttøku í Smæruni í Tórshavn, har fyrrverandi forsetar hugleiddu um avgerandi hendingar í søguni hjá ÍSF. Løgmaður, Aksel Johannesen, landstýrismaðurin við skúlamálum, Høgni Hoydal, borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen og forsetin í ÍSF Elin Heðinsdóttir Joensen, fluttu fram røðu. Heilt nógv fólk nýttu høvi at støkka inn á gólvið.
Aftaná móttøkuna varð skipað fyri skrúðgongu, har bæði nú- og fyrrverandi íðkarar luttóku. Tveir Piddar gingu á odda saman við Absaloni Hansen, sum var flaggberi. Gingið var niðan í SMS, har Elin H. Joensen forseti í ÍSF setti framsýningina um søguna hjá ÍSF og oyggleikirnar. Framsýningin er eisini opin í dag og í morgin og í næstu viku.
Í morgin, leygardagin 6. apríl, fara ítróttafeløg kring landið at skipa fyri tiltøkum í sambandi við 80 ára dagin. Higartil hava 40 feløg boðað frá at tey hava opið hús.
Á heimasíðuni www.isf.fo er yvirlit yvir tiltøkini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo