Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

“Elvis Presley is the greatest cultural force in the 20th century,” Tað var kendi tónasmiðurin og ljómliðsleiðarin Leonard Bernstein sum lat hesi orðini falla seinast í sekstiárunum, eftir at ein journalistur frá blaðnum TIME fregnaðist eftir hansara meining í so máta. Blaðmaðurin royndi ivandi at dyrgja eftir, um ikki onnur legendarisk listafólk, eitt nú Picasso, høvdu havt størri ávirkan enn amerikanski sangarin í tjúgundu øld, men Bernstein endurtók bara: "No, it’s Elvis."

Fyrsta LP-plátan ið eg átti, var Blue Hawaii hjá Elvis, hon kom á marknaðin í 1961, og pápi mín, ið tá sigldi sum navigatørur í Kyrrahavinum millum USA, Japan, Australiu og Ný Sæland, hevði keypt hana í Hawaii, einaferð teir løgdu inn í hesum fjara oyggjalandinum mitt í havinum millum meginlondini. Eftir at plátuspælari var komin í húsið, var hon drúgv undir nálini, og framvegis stendur hon í einum ølkassa, sum tá vóru serliga væl brúkiligir sum plátugoymslur.

Tað kemur fyri at menniskju gerast institutiónir, - Elvis er eitt teirra. Hann doyði í Memphis, Tennessee, hin 16. august í 1977 bert 42 ára gamal. Ein skjálvti fór um allan vesturheimin, tað skalv serliga undir USA, meðan sovjetiska blaðið Izvestiya í knøppum vendingum so háðandi skrivaði, at kapitalistiska skipanin vestanfyri drap sangaran Elvis Presley. Sovjetiska skipanin drap seg sjálva, men kanska er tað ein ávísur sannleiki í hesum, at Elvis druknaði í krøvunum frá hjálparfólkum og fjepparum. Hann stóð ikki undir trýstinum, fylti seg við turvelvandi drøggi, og ein dagin var lívsbikarið fult – hann hevði bara sangin, tí var ongin annar strongur at flýggja til hesumegin jarðarlívið.

Allahalgannadagur í 1943 var sum aðrir dagar við teimum undantøkum, at heimurin stóð í einum orrusturoki og at ein nýføðingur sá dagsins ljós í Seyrvági. Undantøkini treytaðu hvørt annað. Teir sameindu vóru tíbetur so hóskiliga skjótir á sjóvarfallinum, at taka landið, alternativið hevði verið katastrofalt, og burturúr hesum spurdist so mangt. Hóast stóran miss á sjónum var hetta mesta broytingartíð í Føroyum nakrantíð, - tað uppáhaldið vági eg. Á øllum mótum fóru føroyingar at hugsa øðrvísi – ikki minst um sín egna tjóðskap. Burturúr hesum komu eisini nøkur børn, eingilskmannabørn, krígsbørn, sum tey vórðu rópt. Sjálvur eigi eg trý systkinabørn, sum komu burturúr hesum, at ung fólk undir seinru styrjøldini hittust á ástartingi. Ein fastir mín giftist bretskum hermanni, og búði síðan við manni og børnum í áratíggu í Birmingham, kortini liggja tey bæði - eftir egnum ynski - grivin í heimligari kirkjugarðsmold á Glyvrum.

Tað stóð ikki ritað á enni hansara, at Robert McBirnie skuldi gerast ein institutión í Føroyum, og táið hann bleiv tað, var seiggið eitt annað enn hjá amerikonsku fyrimyndini Elvis, sum var stór 8 ár eldri enn McBirnie.

Runavíkingurin Hilmar Jan Hansen hevur, eftir áradrúgvar samrøður, skrivað eina bók um legenduna úr Seyrvági og Vági, ið er endaður sum ein institutión. Bókin er um ein skapning, ið er á tremur við talentum, sum hann brúkti og brúkar, og rákin av nógvari orku stendur ramur ímillum permurnar. Maðurin hevur støðugt verið á ferð, hevur á lívsleiðini ikki leitað eftir forðingum, heldur hevur hann stútt og støðugt bjóðað diverse avbjóðingum av. Hann hevur ikki leitað eftir flísunum í eygunum á øðrum, heldur boðar hugsunarháttur hansara frá, at hann sær virðini í teimum, sum hann møtir á leiðini. Hann leitar ikki eftir skuggum – heldur eftir ljósinum. Hesa fatan hevði eg frammanundan, nú vit stundum møtast í svimjihøllini í Gundadali, har mangir ymiskir menn fáa glið á prátini um dagsins mál í hitarúminum.

Ivaleyst eru tað fleiri føroyingar sum ganga í tí sáligu trúgv, at Robert McBirnie bara hevur verið og er ein stórur poppari – ja, bókstaviliga og burturav ein stórur poppari, sum teir gomlu plagdu taka til - ið hevur livað eitt lív sum ein føroyskur Chuck Berry, Mick Jagger ella Elvis Presley. Um tað var ein mýta millum mong, verður hon eirindaleyst svavað í hesi frálíku bókini.

Maðurin hevur verið í sjálvdrátti við snøri undir Íslandi við Jóhonnu. Hevur verið niðri í Grimsby og selt við portugalstogaranum Vágbingi. Hevur verið við línu undir Føroyum við Magnusi á Gørðunum og við snellu undir Íslandi við Gáshólmi, sum Jógvan Krosslá førdi. Hann hevur verið á upsaveiði við Varðborg við legenduni Hansi í Líðini sum skipara. Hann hevur verið í Barentshavinum við Ennibergi, sum Sonni førdi, og við aðrari av Polarborgunum við sama skipara. Grannarnir báðir hava eisini verið útrógvnir mangan við Viksund bátinum hjá Sonna hjá Andriasi í Hvannasundi.

Hesin parturin av lívinum fyllir eftir øllum at døma nógv í hugaheimi hansara, tí upprunaliga ætlaði hann sær at troyta tað váta elementið, heimshøvini, og gerast skipsførari. Hesari ætlan forkom mamma hansara, táið hon syrgdi fyri, at hann ístaðin gjørdist kennari frá Føroya Læraraskúla. Harvið var tað Kristina Súsanna Hansen, sum bókin eisini er ognað, ið legði lunnar undir frontfigurin í Føroya absolut gitnasta orkestri. The Faroe Boys. Pápin – Robert Douglas McBirnie - bar hann fram til skírnarfuntin í Seyrvágs kirkju hin 27. februar í 1944. Eftir tað hevur hann brúkt rúma tíð av lívinum til tað at finna slóðina til fjølskylduna í faðirætt, og tað eydnaðist umsíðir, bert við tí undantaki, at pápin var farin foldum frá, táið Robert Jr. rakk málinum, sum hann hevði sett sær á hesum mótinum. Tað var nú spell, visuelt er hann sum drigin úr tonnunum á Roberti senior, og teir báðir høvdu ivaleyst havt nógv at práta um, møttust teir aftaná drúgva longsilin eftir lívfrøðiliga upphavinum. Systkin, og móðirin at flestu systkjunum, hava kortini kompenserað fyri tí mesta. Vágbingurin Edmund gjørdist eisini ein virðiligur og góður stand-in fyri upprunaliga upphavið í kalllegg.

Tað er neyvan eitt mansbarn í Føroyum sum ikki dugir alternativa niðurlagið til sangin “Vágsbygd, mín heimbygd.” Babbirara. Ella sum tvørámenn taka til, um tú spyrt onkran teirra hvat ið vágbingar taka sær til í dag: “Munnu teir ikki syngja babbirara?” Red Boys í Losjuni í Vági byrjaðu, táið Elvis var komin í hæddina, og væl áðrenn The Beatles vóru komnir fyri seg, - LP´in “Please Please Me” kom ikki á marknaðin fyrrenn hin 22. mars í 1963. Jákup, Tummas Johan, Jonhard og Robert mannaðu hendan bólkin, og ein teirra, Jákup Mortensen, Jákup hjá Bassanum, flutti seinri til Glyvrar og aftur seinri út í Runavíkina at búgva, táið Føroya Sparikassi stovnaði eina deild í kjallaranum undir Sjómansheiminum í Runavík. Hesin stak hugnaligi og vinskipiligi maðurin við pípu í munninum - líkamikið um tað reyk úr henni ella ikki. Hann spældi í hornorkestri og leikti á guitara til ymisk høvi, men í stóran mun brúkti hann sína orku í frítíðini til ítróttina í NSÍ.

Sekstiárini vóru ein vælsignað tíð. Eisini í Føroyum. Sárini eftir styrjøldina og sosiala kampin í fimtiárunum vóru sleikt, ungdómurin tveitti øll ok av sær, og dagurin varð frælsur og ljósur – alt var møguligt, ikki minst á tí musiska mótinum. Orkestur, ið hermdu eftir útlendskum popp- og rockbólkum, floreraðu í hvørjum kjallara, og okkurt teirra fann sær slóð inn á pallarnar í ymsu bygdunum og í høvuðsstaðnum. Umframt at Robert eisini var kendur sum borðtennisleikari og fótbóltsspælari, serliga í VB og B36, gjørdist hann hin feteraði frontmaðurin í ljómliðnum, sum íslendingar róptu fyri hinar færeysku bítlarnar. Og hóast ávirkanin nú kom frá øðrum enn Elvis, tað ráddi sum vera man um at fylgja við tíðini, so var amerikanarin framvegis á mangan hátt fyrimyndin.

Vríggjanin við mjadnunum, elastisku knøini og bryllkremið, feiti konsistensurin sum var eitt must fyri at fáa veingir í hárferðina, fingu mangt eitt kvinnuhjarta at blotna. Faroe Boys, Tey av Kamarinum og Simme og Ljómlið ognartóku at kalla ynskikonsertirnar sunnu- og miðvikudagar. Umframt Radio Luxembourg og plátuspælaran høvdu vit ikki so nógv annað at lurta eftir. Tí hanga hesir sangirnir framvegis millum oyrini á okkum so mong ár aftaná. Sum Hjørleif Enni, ein vinmaður Roberts, einaferð tók til í einum brævi eg fekk frá honum, og tey vóru mong - brøvini: “You are the right man on the right place.” Hetta var eftir, at eg gjørdist kulturministari í Føroyum. Í hesum var hann helst ikki á rættari leið, men um Robert kunnu vit siga, at hann var “the right man on the right place at the right time”, táið hann bergtók fjøldirnar kring um landið – eisini um hesi svæði í Glyvra Bio. Og nú vitjar hann aftur, væl meiri enn eina trivaliga hálva øld seinri, við varðanum, sum Hilmar Jan hevur sett honum í væl frágingnari bók.

Eftir at Faroe Boys av givnum orsøkum góvust, helt Robert fram við at spæla í ymsum bólkum, hann gjørdist eisini vældámdur skemtari og undirhaldari, men meginbulurin í professionella lívi hansara er gerningurin sum kennari, og eisini eitt skifti sum vældámdur vertur í Barnaútvarpinum. Næmingar, sum eg havi tosað við, lata sera væl at honum sum kennara, hann átti viðføddu evnini, sum ein góður lærari er gjørdur burturúr.

Handan eitt óvanliga virkið lív, hóma vit alla tíðina hitt avgerandi akkerið, sum eru Armgarð, børnini og fjølskyldan annars. Orka, evni og hugur hava verið drívmegin, men tað ber bara til, um lunnarnir undir lívinum eru tryggir. Í mun til Elvis, sum nú heldur ikki hevði verið í sjálvdrátti við Jóhonnu undir Íslandi, ið til endans fór at stríðast ímóti sær sjálvum, og doyði bert 42 ára gamal, hevur Robert havt fleiri streingir at spæla uppá, - hann hevur stjórnað sínum egna lívi, og hevur ikki latið agentar og fjepparar stýrt sær út av eggini, tí stendur hann her sum ein ungur maður í einum 80 ára gomlum kroppi.

Eftir føroyskum mátistokki ferðast hann nú í klassanum hjá Keith Richards, Mick Jagger, Paul McCartney, Willie Nelson og Bob Dylan, og tá hevur man ikki livað forgevis, og enn er luft í lungunum, nú hann í bókini hóttir við, at seinasti sangurin ikki er sungin fyri hansara viðkomandi. Ein livandi institutión er farin um hetjualdur. Ein journalistur frá blaðnum Rolling Stone spurdi einaferð rullandi steinin Keith, sum var dottin úr einum træi og hevði brotið bæði beinini og báðar skøvningarnar, beint fyri eina heimsumfatandi turné, hvussu tað kendist at vera ein livandi legenda, og svarið kom prompte: “That´s better than to be a dead one(!)” Har á leið eru vit í hesi løtu.

Hjartaliga til lukku við føðingardegnum og takk fyri bókina tit báðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo