Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Alivinnan kemur ikki í nánd av eini burðardyggari vinnu. At profittur og milliónir rulla inn til føroyskar og ikki minni útlendskar børsspekulantar, er ikki á minsta hátt í samsvar við nakað burðardygt. Firðir og sund eru løgd oyði og so at siga einki livandi á firðunum er etandi vegna alilaksafóður og ovurstórar nøgdir av skarni og sera vandamiklum lúsabasingarevnum. Sera eitrandi antibiotika...í fleiri tonsum, verður latið út í firðirnar, og sigur tað seg sjálvt, at einki livandi hóvrar undan. Fiskastovnar og ikki minn sjófuglurin er sera illa fyri, og skeljafiskur sum kraklingur og øa er lívshættisligt at eta við tí ovurstóru og vandamiklu taðing frá skarni og fóðurleivdum.

Hundratals kilo av vandamiklum lúsabasingarevnum verða sett til fóðuri m.a. Emamektin Benzoate og Diflubenzuron. Hevur seiður eti alilaksafóður við t.d. Emamektin Benzoate, má fiskurin ikki etast fyrr enn minst 3 mánaðir eftir at hann hevur fingið hetta fóður í kroppin. Diflubenzuron er sera vandmikið, og sita millum 5% og 6% av evninum eftur í alilaksinum, sum fólk eta. Her mataboliserar evnið til sterkt krabbaelvandi evnið Pentachloranilin. Næst er so konserveringsevnið Ethoxyquin, ið er enn meira vandamikið. Evnið hevur serstaka eginleikan at treingja gjøgnum blóðaðrir í heilanum, sonevnda "brain blood barrier", og er heilsuvandin sjálvandi ovurstórur við heilasvulli og krabba. Litevnið Astaxanthin er ikki frægari enn lúsabaingarevnini. Afturat lúsabasingarevnum í fóðurinum, verður alilaksurin baðaður í brunnbátum har evnið Azamithifos...allarhelst blandið við nervaeiturinum, Deltametrine, fyri at økja um virknaðin, verður dumpað á sjógv eftir nýtslu. Og lýsnar gerast meira og meira mótstøðuførar javn sum alt annað livandi á firðum doyr.

Ein røð av virussjúku gera um seg og villi laksurin er fyri álvarsomum bakkasti við tí íleguuppíblandi hann er fyri. Noreg hevur sett villa laksin á reyðlista fyri hótt djórasløg, og her heima man neyvan fáast meira enn 5 ella 10 laksir á vøtnunum.

Sjálvsagdi rættuin hjá øllum at gagnnýta frisælu og hugnaløtur í smábati á firðum og sundum, við dorg ella tráu eftir seiði o.ø. fiski, er settur til viks og letur seg ikki gera. Og er seiður at fáa er hann ikki mannaføði, og sjálvt kettan havnar illa luktandi seiðin.

Fóðuri er annað evni kring alivinnuna. Her verða túsundatals tons av smáum pelagiskum fiski blandað helvt um helvt við GMO soya frá niðurhøgdari frumskóg í Brasil og Argentina, og annars sterkt eiturfongdari rapsolju og hveiti. GMO soya, brúkt verður, er staðfest at innihalda vandamikla kyknueiturevnið Glyphosat, ið er krabbaelvandi. Soyaframleiðslan í Brasil og Argentina er grundað á partvís niðurhøgda frumskóg og partvís jaðarlutir, ið smábøndir hava átt. Alt ognartikið og selt til amerikanskar fyritøkur, meðan túsundatals bøndur eru meira og minni í trælabandi hjá soya stórídnaðinum, og við stórum vanda at verða álvarsligt sjúkir av stóru nýtsluni av Glyphosate.

Peningur kemur inn í stórum nøgdum, meðan nátúran og umhvørvið er í sori, og sosialu- og fólksligu umstøður og møguleikar til frisælar løtur á firunum eru so at siga burtur. Landsstýrismaðurin Magnus Rasmussen veit opinbart ikki hvørji krøvini eru til burðardygga vinnu....at verða ikki allir tríggir faktorar fult gingnir á møti, er IKKI talan um burðardygd, og kann slíkt sjálvandi á ongan hátt umrøðast sum imponerandi.

Áhaldandi møsni og søluherferðin hjá serstakliga stjóranum á Bakkafrost, Regin Jacobsen, at tað er avgerandi neyðugt at veita føði til eitt økjandi tal av heimsins íbúgvum, er tað reina nonsens og humbukk. Fóðurfaktor á 1,1 ella 1,2 sigur púrt einki tá fellið er omanfyri 20%..her heima. Við einum felli omanfyri 80% hjá Scottish Salmon Company kemur bert 1 av 5 alilaksum til høldar, so tað sigur seg sjálvt at einki skil er í útsøgnum stjórans. Annað grelt dømi um just hesa grovu propaganda er t.d. at vóru 1.000 tons av lodnu virkað til matna kundi hend nøgd givið umleið 4.milliónir døgverðar á 200 gram hvør. Við 1.000 tonsum av lodnu til alilaksafóður fáast "bert" 800.000 døgverðar á 200 gram. Íðan, er so taalan um at framleiða meira og størri nøgdir av føði til heimsins borgarar við at brúka lodnuna ella svartkjaftin til alilaksafóður? Nei, so avgjørt ikki.

Langsand Laks í Danmark hevur framleiðslu í lokaðum skipanum á landi har eingi lúsabasingarevni verða brúkt, og einki skarn ella fóðurleivdir enda á sjónum. Annað virkið er t.d. Sustainable Blue í Halifax, Nova Scotia. Laksaling í lokaðum skipanum á landi og uttan lúsabasingarevni, eingin fiskur sleppur á sjógv, og einki frárensl við skarni ella fóðurleivdum.

Londini eru fleiri har aling í lokaðum skipanum á landi eru og verða sett í verk. Henda framleiðlsa kemur rættuliga nógv tættari eina burðardygga framleiðlsu, tó at fóðurparturin enn er ein álvarslig avbjóðing. Noreg innflytur um 600.000 tons av GMO soya frá Brasil og Argentina til alivinnuna, meðan Danmark til sína framleiðlsu av flogfegnaði og grísum innflytur uml. 1,6 milliónir tons. Tað ber sjálvandi ikki til at høgga allar frumskógir niður tí Danmark, Noreg ella Føroyar skulu tjena milliónir. Hetta hevur einki við burðardygd at gera, men er tvørturímóti ein sera grovur ágangur á nátúruvirði og liviumstøður hjá milliónum av fólkum.

Laksaalingin SKAL burtur av firðunum, og tað ongantíð ov skjótt, og skulu hvørki føroyskir alioligarkar ella útlendskir børsspekulantar hava loyvi til at leggja band á og oyðileggja okkara firðir og sund og oyða alt livandi. Firðirnir eru ogn føroyinga og skulu ikki gevast sum brúksrættindir til nakrar einstaklingar at ríka seg á.

Leinkja til Sustainable Blue

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo