Í morign verður umleypandi veður, fyrst útnyrðingur sum um middagsleitið fer niður í landsynning. Lot til frískan vind og hitin nær frostmarkinum, mesta avfallið tíðliga og seint á degnum.
Týsdagin verður hvassur vindur og uppí skrið av lágum vestri allan dagin, regn ella ælaveður og hitin um fýra stig.
Mikudagin makar hann vindin og ættin verður norðan, turt og sólglottar og hitin niður ímóti frostmarkinum.
Hósdagin lot til frískan vind, fyrst av landsynningi, seinni av útsynningi, á hádegnum fitt av regni og hitin fer úr frostmarkinum og uppí 8 stig.
Fríggjadagin verður ættin útsynningur allan dagin, vaksandi úr lítlum loti fyrst á degnum uppí skrið ella storm sum dagurin líður, hitin um 8 stig og ælaveður allan dagin.
Næsta vikuskifti verður eisini merkt av nógvum vindi, serliga leygardagin, tá verður eisini nógv regn, sunnudagin minni vindur og turt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo