Íslendska tjóðarflogfelagið Icelandair hevur sekkjað alt kabinupersonalið. Tað hendir eftir at fakfelagið hjá kabinustarvsfólkunum og flogfelagið ikki kundu koma ásamt um ein nýggjan langtíðarsáttmála.
Miðilin Loyaltylobby, sum millum annað skrivar um flogferðslu, sigur, at tað frá nú av verða flogskiparar sum fara at vegleiða ferðafólkið um trygdina umborð og annars taka sær av teimum undir túrinum.
Tænastan er at kalla ongin kortini, nú ímeðan korona er.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo