Meðan Føroyar pluss Johan Dahl tykjast samd um, at samgongan hevur fleiri trupulleikar, so bendir alt á, at stemningurin er rættiliga góður millum samgonguleiðararnar.
Nýstovnaða Trygdarráðið er karmur um hugnaløturnar hjá samgonguleiðarunum. Við borðið sita Jenis, Jørgen og Bárður og sniðgeva mátar at bypassa Løgtingið í teimum stóru málunum.
Sum altíð hevur Jørgen Niclasen sett sær fyri at fara í hernað móti almennum starvsfólki. Hann vil fjerna nakrar almennar nevndir, so eitt tað fyrsta, hann ger, er at seta tvey nevndarfólk afturat í Bústaðir. “Bústaðir ER bústaðartrupulleikin” segði formaður Fólkafloksins undan valinum, og saman við Elsebeth Mercedis sær út til, at tey megna at syrgja fyri, at Bústaðir skal gera alt annað enn at byggja vanligar bústaðir.
Tað er annars eitt sindur løgið, at Jørgen er so illur inn á almenn starvsfólk, tá hann sjálvur hevur verið í almennum starvi sum løgtingsmaður og landsstýrismaður í næstan 30 ár. Um tað veruliga er so, at hann vil minka um almenna geiran, so kundi hann so hóskandi sjálvur víst vegin út. Ella í øllum førum sagt okkum, hvørjar lærarar, pedagogar, heilsuhjálparar ella sjúkrarøktarfrøðingar tað er, sum okkum ikki tørvar.
Tað nýggjasta er, at fíggjarmálaráðharrin vil transformera Búskaparráðið og Landsbankan til eina lítla kiosk av ryggklapparum, sum hann sjálvur velur, soleiðis at eingin kann siga, at hann brúkar for nógvar pengar.
Hinumegin borðið situr løgmaður og gloymir. Orð fyri orð gloymir hann, at hann ikki vildi standa á odda fyri eini samgongu, har tingfólk gera, sum tey vilja. Gloymir orðini “standa vit ikki saman, so er eingin samgonga.” Helst saknar hann sínar koronatíðindafundir, nú eftirtíðin bleiv so turbulent, Johan Dahl rennur leysur og tey samkyndu hava forstýrað arbeiðsfriðin.
Í farnu viku segði hann seg vera ovfarnan og harman um, at hansara egna samgonga ikki vildi geva samkyndum og børnum teirra javnrættindi í Føroyum.
Men hvussu kann løgmaður framvegis vera ovfarin, tá eingin annar er tað? Vaknar hann hvønn dag ovfarin av, at hann hevur avskipað allan uttanríkispolitikkin, allan mentanar- og undirvísingarpolitikkin og ALLAN virðispolitikkin til Jenis og hansara veljarar?
Er hann ovfarin, tí hann hevur gloymt:
- at uttanríkismálaráðharrin í 2010 ikki vildi luttaka til ein døgurða við Íslendska statsministaranum, tí hon var samkynd?
- at Miðflokkurin til samgongusamráðingar í 2019 segði seg vilja ”reinsa hjúnabandið” og kallaði samkynd fyri ”smábørn, sum bara vilja hava og hava”?
- at flokkurin yvirhøvur síðani sína stovnan hevur grundað ein so stóran part av sínum politiska samleika uppá útspilling og niðurgerðing av pørtum av Føroya fólki?
Hvussu leingi ætlar løgmaður at vera ovfarin? Og hvussu ofta skal Bárður á Steig Nielsen lata seg ofra fyri, at Jenis og hansara 5,4 % mandat í grundini sleppa at bestemma alt?
Kanska orsøkin til, at løgmaður nú kallar radaran hjá Jenisi fyri ein ”friðarradara”, í veruleikanum er, at hann er troyttur og vil hava arbeiðsfrið. Eitt stað at reflektera. Ein møguleika at finna aftur til ”liberalu” stevnuskrá floksins.
In the meantime koyrir Jenis sítt show, og tinglimir hansara fortelja okkum um tað góða og tað normala.
Av trygdar- og sømiligheitsávum hevur uttanríkismálaráðharrin bestemmað, at mann sleppur ikki at nevna “samkynd” inni í Trygdarráðnum. Og fyri at varðveita tann góða stemningin skulu eftirlitsfunktiónirnar hjá bæði Landsbankanum og Búskaparráðnum avtakast, og orð sum “kritisk” ella “kritikkur” verða sum heild frábiðin í tingarbeiði, miðlunum, heima við hús og á almennum plássum.
Tískil er líkt til, at samgongan, í øllum førum fyribils, sleppur undan at hoyra uppá strævnar borgarar, sum vilja hava javnrættindi fyri øll í Føroyum. Og at frágreiðingarnar um vánaliga fíggjarstýring frá veitsluknúsarunum í Búskaparráðnum framyvir bert vera eini SMS-boð til fíggjarmálaráðharran, har tað stendur, at hann kann spara. Kann halda aftur. Men at hann skal bara gera akkurát, sum hann vil.
Og soleiðis lýsa teir úr Trygdarráðnum frið yvir landið. Og í menniskjum tann tokki, sum Miðflokkurin nú einaferð loyvir.
Jóan Pauli D. Jakobsen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo