Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

1000-tals føroyingar sóu Grand Prix.Tað var nú meiri um politikk enn tónleik.

Annars hendi mangt óvæntað her og kring heimin, ið vakti ans og undran:

1) Tað er ikki bara á Løgtingi, at meirilutin verður við undirlutan - og øvugt.

2) Tað sló bakk, at Copenhagen Pride (CP) setti sínum donorum politisk krøv.

CP kravdi, at gevararnir boykotta Ísrael fyri tess kríggj at yvirliva ímóti Hamas.

Mærsk, Novo Nordisk, KPMG, DFDS, Nykredit og DI stongdu kassan fyri CP.

3) ST viðgekk endiliga, at deyðatølini í Gaza eru 50% lægri enn fyrr logið.

Altso: nú hevur IDF beint fyri fleiri Hamas drápsmonnum enn sivilum í Gaza.

Hamas (ikki IDF) ábyrgdast av øllum krígsofrum, serliga kvinnum og børnum.

Hevur Hamas-John í D&V lækkað hesi tøl úr 34.000 niður í 16.000 sivil deyð?

4) Ålborg Univ. og Serum Stovnurin kunngjørdu júst eina óvæntaða kanning.

Heili 66.000 spurdir danir prógva, at bert 1,1% av dønum eru samkynd.

Enn meiri bilsnandi er, at bert 0,01% viðurkenna seg at vera tvørkynd.

Altso er LGBTQI sosialistiskt rumbul, og tey flestu normalu samkyndu statistar.

4) Hamas hevði beint fyri ‘Queers for Palestine’, um tey fóru til Gaza at stuðla.

5) Enn eini góð tíðindi: Í USA siga 18% av klima-kultistunum seg vera fráfallin.

So yvir til Malmø
Her fyri Vestan hava sosialistiskir anti-semitar jagstrað jødar síðan 7/10-24.

Muslimar, national- og vanligir sosialistar hava avloyst Hitler og Himler.

Fúlastir jødahatarar eru sosialistiskir professarar, miðlafólk og intellektuel.

Hesi eru jú dagsins politisku lagsbrøður og -systrar hjá Hanusi Kamban.

(Havi mælt Hanusi til at skriva fleiri bøkur við varandi virði enn politiskt tvætl).

Ein kostilig sjón úr Malmø var tað, ið hendi skurðgudinnuni hjá Ingilín.

Tveir trivaligir løgreglumenn drógu Gretu Thun.... í geglið ímillum sín.

Hesin  svenski papageykur  hevur skift trúgv frá klima-kultisti til Hamas-terrorist.

Men nú hoyra allar sektir vinstrumegin til sama post-marxistiska multi-kulti.

Øll stríðast ímóti ti hvítu, arisku yvirstættini, ið tey skylda alt tað besta.

Øll framstig á øllum økjum farnu 500 árini hava gamlir hvítir menn uppfunnið.

Fjáltur á svensku løgregluni
Svenska løgreglan dubbaði seg væl til at berja niður politisk mótmæli á MGP.

Í Malmø búgva 350.000 fólk (harav 80.000 islmar). Malmø var stormdepil.

Talið á jødum í Malmø er minkað úr 2.000 niður í 800 eftir bert 20 árum.

Leiðarin hjá jødum í býnum væntar, har vera 0 jødar í 2028 (sum í Gaza í dag).

Eurovision í Malmø hevur drigið sosialistar til sum neytamykja køstaflugur.

Brøgdini á sangarunum minna um hálvnaknar satanistar á gliði móti Sodoma.

Sum útiløgukøtturin á sinni
Tey eru hvørki fuglur ella fiskur, ‘kvinnur’ við skeggi og ‘menn’ í kjóla.

Skríggini sum frá frensinum á nátt í Nólsoy, multi-krøktur í einum línustampi.

8.000 sosialistisk mótmælisfólk uttandura umframt 1000-tals áskoðarar inni.

600 mió fólk síggja MGP, størsta árliga hyggjarafjøld til nakra SV-sending.

Men hesir 600 mió SV-hyggjarar eru eisini tigandi meiriluti í Evropa og USA.

Tigandi meirilutin hevur ofta betri politiskt skil enn tey villu á palli og í filmi.

Haturin hjá hesum anti-semittum galt Golan Eden, ið umboðaði Ísrael á ESC.

Tann kollektiva vreiðin ímóti gentuni fekk hana tó ikki at falla í fátt, tá hon sang.

Brølini móti londunum, ið vágaðu sær at geva Ísrael stig, vóru skammilig.

Hesir jødahatsku áskoðarar liggja fjart frá fjøldini, ið stuðlar Ísrael móti Hamas.

Tigandi meirilutin og hatski minnilutin
Tigandi meirilutin heima gav stiggevandi dómarum í Malmø skarpan gang.

Gaman í: Sveisiski sangarin vann stórt (meiri sum tvítulingur enn sangari?).

Eurovision Song Contest er nú meiri ein kynsligur glantrileikur enn tónlist.

SV-hyggjarar stuðlaðu Golan Eden, so at hon fekk næst flestar atkvøður.

Hon vann 5. pláss uttan hjálp frá, ja enntá ímóti vilja dómaranna í høllini.

Grand Prix kappingin í ár prógvar, at normalir evropearar bakka Ísrael upp.

Stuðla Ísrael ímóti Hamas
70% av amerikanum vilja, at Ísrael vinnur kríggið, vísa seinastu kanningar.

Tey og 7 mió jødar í USA viga tyngri enn teir 6 mió muslimar, ið velja Biden.

At Biden svíkur Ísrael, gamla sameinda hjá USA, fer at kosta dýrt 5. nov.

Latum okkum enda hesar hugleiðingar við góðum tíðindum fyri Ísrael:

Væntandi kostar kríggið Ísrael ‘bert’ $16 mia netto, t.e. 7% av teirra GDP.

Tað merkir eisini, at Ísrael varðveitir sína A+ altjóða kreditt-rating eftir kríggið.

Ísrael er heimsins einasta land, ið hevur sama navn, fevnir sama øki og fólk, tosar sama mál, hevur somu mentan og tilbiðja sama Gudi nú sum fyri 4.000 árum síðan.

Tað er søguligt heimsmet fram um øll lond og fólk.

Shalom!

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo