Hitað verður upp til Summar Festivalin við flótandi konsert
Aftur í ár verður hitað upp til Summar Festivalin við konsert á vágni í Klaksvík. Flótandi pallurin verður innarliga á vágni, og umborð vera tónleikarar og sangarar.
Í ár fara tvær dugnaligar songkvinnur at syngja nakrar sangir og smærri verk. Tær eru Ingibjørg Hansen og Daisy Johannesen Lolk. Tónleikarar vera Páll Sólstein og Rani Nolsøe.
Undanfarin ár hevur konsertin á vágni verið ein sera hugnalig upphiting til sjálvan festivalin, og nógv fólk hava verið og lýtt á.
Summar Festivalurin og Klaksvíkar kommuna skipa í felag fyri konsertini, sum verður í kvøld kl 21.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo