Komandi sunnudag, 17. mai verður aftur reglulig gudstænasta í kirkjum okkara sunnu- og halgidagar kl. 11.00.
Vit lata varisliga upp, myndugleikarnir mæla til, at í mesta lagi 100 fólk koma saman til guðstænastuna og at fólk ikki sita ov tætt. Húski kunnu kortini sita saman.
Við atlitið at Covid-19 verða fólk biðin um at hava egnu sálmabók við. Ein annar møguleiki er at syngja úr sálmabókaappini á fartelefonini.
Hjartaliga vælkomin aftur í kirkju
Prestarnir og kirkjuráðini í Vága prestagjaldi
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo