Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri einum ári síðani setti Tórshavnar Kommuna ein fakliga skikkaðan arbeiðsbólk at gera uppskot til eitt javnt gott og innihaldsríkt seinasta ár í barnagarðinum til øll 6-7 ára gomul.

Arbeiðið fekk góða undirtøku frá dagstovnaleiðarum og eldhugaðum starvsfólki, sum jú eru serliga útbúgvin til júst aldursbólkin, 0-7 ára gomul.

Men minni enn eitt ár seinni hevur Tórshavnar Býráð samtykt at seta á stovn forskúla í Eysturskúlanum við skúlabyrjan í august 2022 – uttan so mikið sum at kunna seg um tilmælið frá arbeiðsbólkinum. Spurningurin er, um avgerðin byggir á faklig atlit til, hvat er best fyri barnið, ella um tað er ein politisk avgerð at koyra børnini í skúla eitt ár fyrr?

Sum er, hava fleiri dagstovnarnir góð og væletablerað tilboð við betri normeringum og rúmligari fysiskum karmum til tey 6 ára gomlu.

Gransking
Menning hjá børnum er heilt víst ikki treytað av, nær tey fara í skúla. Londini rundan um okkum koyra børn í skúla fyrr enn vit, men tað er ein politisk avgerð, sum als ikki er fakliga grundað.

Í Føroyum lata vit vanliga børn ganga í barnagarði inn til tað árið, tá tey fylla 7 ár og fara í 1. flokk. Hetta eru framíhjárættindi, sum føroysk børn hava – og sum í allar mátar er í samsvar við gransking á økinum, eisini tá ið talan er um børn við serligum tørvi.

Hjá børnum um 6-8 ára aldur, fer fram eitt stórt lop í heilanum. Pannulapparnir framleiða á fyrsta sinni myelin, so her skulu vit arbeiða við at stimbra hugsavnan og innlivingarevnini hjá hesum aldursbólki. Kroppurin hevur ilt við at fylga við hesi menning, sum brádliga fer fram, og tí er eitt tíðarskeið, har børnini hava stórar rørslur, ringt við at sita still og eru impulsstýrd, so tað er púra natúrligt, at hesi børn hava ilt við at hugsavna seg og sita still í longri tíð - og tí eiga tey sjálvsagt at vera í fysiskum kørmum, har tey spæla og røra seg so nógv sum gjørligt (Knudsen, 2018).

At fara í skúla sum 7 ára gomul, er sum heild tað besta, tá talan er um heilamenning hjá børnum, vísir týsk gransking. Jú fleiri ár, børn hava spælt bæði stilt og vilt, áðrenn tey fara í skúla, jú betri bindindi hava tey - gjøgnum alla skúlagongdina - heilin mennist snøgt sagt best av, at børn røra seg og spæla (Whitebread & Jarvis, 2014).

Gransking er, sum vísir, at eingin munur er á førleikunum hjá børnum í 3. flokki, um tey hava gingið í forskúla ella ikki. Onnur gransking vísir tó, at børn, sum eru farin undir skipað spæl og formella læring í skúlalíknandi samanhangum tíðliga í lívinum, eru skúlatroyttari, minni kreativ og meira stúrin fyri royndum enn onnur børn (Sommer, 2015).

Hvat er rætta valið?
Fyri summi kann tað tykjast logiskt, at forskúli bøtir um lesiførleikan hjá børnum seinni. Men kanningar vísa tað øvugta. Tá ið norsk børn fóru í skúla sum 7 ára gomul (fyri 25 árum síðani) dugdu tey betur at lesa sum 10 ára gomul, enn nú, tá ið tey fara í skúla sum 6 ára gomul (Gabrielsen, 2005). Hetta er kanska ikki so løgið. Tí heilin hjá yngri børnum er minni búgvin, soleiðis, at hann lærir at lesa minni búgvið, jú yngri, hann er. Og tað ger so mun
seinni í skúlagongdini, ikki til tað betra.

Forskúlarnir eru skipaðir á ein hátt í dag, sum ikki er í samsvar við menningina hjá børnum, tí teir taka ikki hædd fyri, at barnið hevur tørv á at røra seg, at útliva hugskot, at spæla og at sleppa at tosa frítt við vaksin og vinfólk. Hvørjar væntanir hava foreldur til forskúla?

Amerikanski granskarin Marcon, vísir á, at børn sum hava verið í meira spælibaseraðum samanhangum, áðrenn tey fara í skúla (sum tey gera hjá okkum) fáa betri karakterir og betri atburð í fólkaskúlanum. Harafturat gerast tey meira nýhugsandi, skapandi og eldhugað í at læra, enn børn, sum hava gingið í forskúla. Í 6. flokki er hesi munurin framvegis galdandi (R. A. Marcon).

Fólkaskúlalógin ásetur at ein lærari og ein námsfrøðingur skulu reka virksemið í forskúlanum. Men hvussu verður hetta praktiserað? Á ráðstevnu sum MMR skipaði fyri í Norðurlandahúsinum í 2010, staðfestu norðurlendsku granskararnir, at tað vísir seg, at í somu løtu, virksemi við børnum gongur fyri seg á skúlans øki, so verður tað skúlakent og námsfrøðin kemur ikki veruliga til sín rætt. Lærarar eru á heimavølli, meðan námsfrøðingar eru á útivølli. Hóast allar góðar ætlanir, so bendir alt á, at tað verður skúladagsskráin við fakum, sum verður galdandi, meðan tað sosiala verður fyri vanbýti.

Tað ber til at seta spurnartekin við, hvussu væl, samstarvið millum lærarar og námsfrøðingar er sett út í kortið. Skúlaleiðsla, námsfrøðingar og lærarar tykjast ikki at vera latin í til uppgávuna, man væntar bara, at tey sjálvi finna út av tí so við og við. Tað heldur tilvildarliga og stuttskygda tykiskt vera galdandi, tá ið tað snýr seg um forskúlarnar í TK. Tað gongur skjótt fyri seg og er als ikki gjøgnumarbeitt á fakliga forsvarligum grundarlagi, tvs. at fólk við vitan á økinum, verða ikki eftirspurd. Tað endar sum oftast við, at lærarar undirvísa, meðan námsfrøðingarnir syrgja fyri friði. Talan er ikki um reelt samstarv á jøvnum føti.

Tryggir karmar og normering
Vita foreldur, at forskúli, sum vit kenna hann í dag, er 3-3,5 tímar dagliga, síðani er eitt skifti og flest øll, sum eru um børnini, verða skift út, tí børnini skulu í frítíðarskúla - saman við fleiri øðrum bólkum av børnum? Hetta skiftið og stóru samanhangirnir er, fyri nógv 6 ára gomul børn, ov stórur gloypubiti.

Á dagstovni eru børnini saman við teim somu starvsfólkunum í teim somu kørmunum allan dagin. Vita foreldur, at bólkarnir ofta eru minni á dagstovnunum og normeringin er væl hægri, tvs. fleiri starvsfólk eru um børnini?

Barnið í miðdepilin
Í londum rundan um okkum, m.a. í Skotlandi, tosa tey um at hækka skúlabyrjanaraldurin aftur, hetta m.a. grundað á tað, sum umfatandi gransking mælir til. Tað vísir seg tó at vera ringt at bakka, tí ein slík umskipan er bæði dýr og trupul (uppskot frá Scottish Liberal Democrats, 9. mars 2021). Sama støða er í Norra, tað er dýrt og snøgt sagt ógjørligt at bakka aftur (Haug 2017).

Foreldur eru í eini tvístøðu. Fleiri stúra fyri, at barn teirra ikki fer at hava bindindi til tær skemaløgdu løturnar í forskúlanum, men samstundis kenna tey seg noydd at melda børnini í forskúla, tí at tey fáa at vita, at tey annars einki pláss fáa í ynskta skúla. Hetta, fyri okkum, styrkir um okkara fatan av at forskúlar ikki er nóg væl fyrireikaðir. Fyri einum mánaði síðani frættist, at ein stórur skúli í kommununi ikki hevði pláss fyri øllum forskúlabørnunum, ið skuldu víðari í 1. flokk (tí skúlin skuldi stovna ein serflokk). Um plásstrot er á skúlum, hví so stovna fleiri flokkar? Hví skulu børn í Tórshavn ganga í skúla í 11 ár heldur enn 10? Almenna prátið um manglandi trivnað hjá nógvum børnum í skúlanum, loysa vit ikki við at koyra tey fyrr í hann.

Vit meta at stovnanin av forskúlum ikki tekur støði í barninum og í barnsins menning.

Í Tórshavnar Kommunu hevur forskúli verið í fleiri áratíggju, so foreldur hava havt og hava framvegis valið. Men hví seta enn fleiri á stovn? Hetta kann tulkast at vera ein framíhjárættur hjá skúlaleiðarunum og ikki fyri barnsins besta.

Góðu foreldur, politikkarar og onnur avvarðandi – Hvat ynskja vit fyri okkara børn?

Latið tey 6 ára gomlu børnini vera á dagstovnunum. Latið børnini spæla og vera børn. Børn læra eisini at sita still, at lesa og skriva, tá tey eru 7 ára gomul.

Gyðja Johannesen, Katrin Helgadóttir og Sóley Samuelsen, dagstovnaleiðarar

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo