Ungdómur er hvørki so ella so. Oftast er hann bæði - og...!
- Børkuvísur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Poul Michelsen ligið í andvekri, forkvinnan ørkymlað, politiskir viðmerkjarar heita á  landsstýrismanninum í lógarmálum at leggja frá sær, uppøst politisk ungmannafeløg og KVF fingið luft undir veingirnar og mist jørðforbindilsi.

Hesi fýra samgongulimir, serliga tey tvey í Framsókn, standa fyri skotum og verða “hongd út”. Men eg loyvi mær at spyrja, hvat er trupulleikin?

Hesi fýra hava hildið seg til samgonguskjalið, sum greitt sigur, at “Í etiskum málum kann hvør samgongutinglimur atkvøða eftir egnari sannføring”.

Tað er júst tað tey hava gjørt – hvørki meir ella minni.

Í Stýrisskipanarlógini § 23 stendur, at “løgtingsmenn eru bert bundnir av sannføring síni og ikki av forskriftum frá veljarum sínum”

Tað vil so siga, at Hanna Jensen, Sólvit E Nolsø, Henrik Old og Jóhannis Joensen hava hildið bæði Samgonguskjalið og Stýrisskipanarlóg Føroya.

Tað tænir teim til mikið rós!

At fólk so nú liggja í andvekri og politiskur viðmerkjari og KVF “flyta fokus” botnar helst í, at málið ikki fekk ta lagnu, sum tey vónaðu, tað fekk?

Tordur J. Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo