Í gamla býlinginum á Sondum í Sandavági verður farið húsagongd, har menn og kvinnur ganga hús úr húsi og húsfólkið bjóðar vælkomin innar í stovu at lurta eftir tónleiki, við onkrúm góðum afturvið.
Hetta er konseptið aftanfyri tiltakið Húsagongd sum verður leygardagin 7. mai kl. 19. Tað er á øðrum sinnið at skipa verður fyri Húsagongd á Sondum í Sandavági. Eftir eitt sera væl eydnað tiltak í 2015 avgjørdu stigtakararnir at hetta skuldi vera eitt afturvendandi tiltak.
Tað eru 7 hús og ein hjallur sum verða pallurin til ársins Húsagongd. Tey ið í ár fara at framføra, í heimligu stovunum hjá Sandavágsfólki sum eru tiltikin gestablíð, eru Jens Marni, Guðrið Hansdóttir, Lea Kampmann, Sámal Ravnsfjall, Tær fýra, Jóan Jakku og Holgar, og Finnur Koba. Í hjallinum hjá Rana fer Dánjal á Neystabø at framføra og har verður ikki minni hugnaligt.
Fyrireikingarnar eru í hæddini og gleða fólkini aftanfyri Húsagongd seg til at taka ímóti fólki leygarkvøldið. Atgongumerkjasølan gongur væl, og av tí at leygardagurin eisini er tunnilsdagur og tað tí er ókeypis at koma vestur, vænta fyrireikararnir at síggja nógv fólk og rokna við at tað tí verður útselt til Húsagongd.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo