Í dag var almenna hundaøkið tikið í nýtslu í Miðvági.
Hundaøkið er omanfyri FK í Miðvági.
Borgarstjórin Rósa Samuelsen bjóðaði vælkomin, og limir í Føroya Civil Hundafelag, FCH, vóru eisini við og vístu fram ymisk kynstur sum hundarnir dugdu.
Formaðurin og næstformaðurin í FCH, søgdu eisini nøkur orð.
Vága Kommuna bjóðaði kaffi og køkur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo