- Tað eru ongi løtt stig at heinta uttan dyst, sigur danski landsliðsvenjarin, Kasper Hjulmand, við danskar miðlar undan dystinum í kvøld ímillum Føroyar og Danmark.
Hann viðurkennir, at danir eru stórfavorittar, men minnir eisini á, at føroyingar kunnu væntast at vera meira enn almindeliga tendraðir, so tí ávarar hann ímóti at selja skinnið áðrenn bjørnin er skotin.
- Heimavøllur, ein góður venjari og eitt væl skipað lið kunnu gera tað "bøvlet" hjá okkum, leggur hann afturat.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo