Í heystfrítíðini var høvið hjá stórum og smáum at súkkla saman í einum trunka frá Norðurlandahúsinum og oman í býin. Saman við øðrum skipaði Tórshavnar kommuna fyri eini sokallaðari “hjólvelting”, sum kemur av franska “La vélorution”. Fólk súkklaðu fyri at vísa, at øll hava rætt til býarrúmini.
Ymiskar røður vóru hildnar, sum eru at lesa niðanfyri. Myndin er av Napoleoni Smith, sum var millum røðararnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo