Leygardagin 1. september skipar Hjartafelagið saman við Áhugabólkinum 'Hjartabarnið' fyri einum tiltaki fyri hjartabørn og familjur teirra, og fyri vaksin við hjartasjúku.
Tað kann kennast sera einsligt at hava eina kroniska sjúku, uttan mun til aldur, og tí skipar Hjartafelagið javnan fyri tiltøkum, har møguleiki er at hitta onnur í somu støðu. Eisini avvarðandi hava gleði av at hitta onnur avvarðandi, og tí verður familjan boðin við.
Hesa ferð verður farið ein túr við sluppini Westward Ho, og um viðrar verður farið av Havnini kl. 14.00 leygardagin 1. september.
Tiltakið er ókeypis og til ber at lesa um tilmelding á heimasíðuni www.hjartafelag.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo