Danska biografsavnið, Biografmuseet, hevur hitt svenska Sebastian Rosacker úr Malmö, sum er heilt burtur í ”Doktor Zivago”.
Síðani 1968 hevur hann sæð filmin 200 ferðir.
Mikukvøldið 27. apríl fer Filmsfelagið at vísa filmin, sum byggir á Nobelvirðisløntu skaldsøguna hjá Boris Pasternak.
Í sambandi við 50 ára hátíðarhald er eitt nýtt talgilt eintak gjørt av Oscarvirðislønta filminum, sum David Lean gjørdi.
Úrvaldir biografar hava fingið filmin at vísa.
Teirra millum er Havnar Bio, har Filmsfelagið hevur sýningar, sum eru almennar.
Rithøvundurin Hanus Kamban fer at innleiða sýningina, sum verður mikukvøldið kl 19.30.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo