Um vikuskiftið fáa Føroyar vitjan av legendariskum rockbólki. Uriah Heep var við til at skapa og mynda klassiska rocktónleikin í sjeytiárunum, og leygarkvøldið spæla teir í Høllini á Hálsi í Havn.
Uriah Heep hevur hittað við nógvum sangum, og fleiri av teirra kendastu sangum standa á skránni, tá ið teir fara á pallin í Føroyum. Sangir, sum áhoyrararnir við vissu sleppa at hoyra, eru til dømis Gypsy, Lady in Black, Stealin’, Easy Livin’, The Wizard, July Morning, Sunrise og Look At Yourself.
Um vikuskiftið gav Uriah Heep nýggja plátu út. Hon kallast »Living The Dream« og hevur fingið sera góð ummæli. Mick Box segði í samrøðu við Útvarpið í farnu viku, at teir ikki spæla sangir av nýggju útgávuni fyrr enn seinni í heyst, tá ið teir fara á serliga útgávukonsert kring Europa.
Konsertin við Uriah Heep verður í Høllini á Hálsi leygarkvøldið kl 21.00. Signar í Homrum hitar upp við Creedence-sangum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo