Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Hetta árið er serstakt í lívinum hjá kenda leirvíksinginum á Argjum, Hera Tróndheim: 1. apríl gjørdist Heri 80 ár, og kundi hann líta aftur á eitt hendingaríkt lív, og henda fyrsta sunnudagin í juni, hvítusunnudag, situr Heri seinast ferð á urgustólinum, har hann hevur sitið síðan Kirkju- og missiónshúsið varð vígt 22. desember 1974.

Heri er føddur í Leirvík, og fór hann longu 14 ára gamal til skips. Eftir 4 ár á sjónum, valdi hann at fara í land. Fyrst fór hann á háskúla í Danmark eitt ár. Skúlin æt KøngFolkehøjskole, og liggur hann á Fyn. Eftir hetta fer hann á Læraraskúlan í Havn og verður lærari í Skúlanum á Trøðni, sum hann nú eitur. Skúlaárið 1966/67 tekur Heri sergrein at lesa blindskrift í skúlanum á Refsnæs fyri blind, sum eisini liggur á Fyn. Øll árini á Trøðni undirvísti Heri børnum og ungum, sum bóru brek. Ymisk brek.

Frá ungu hevur Heri verið áhugaður í máli, og tvey ár á Fróðskaparsetrinum tók hann skeið í føroyskum máli og norðurlendskum bókmentum. Heri hevur týtt barnabøkur aðrar bøkur eins og sálmar og sangir. Hann hevur t.d. týtt úr donskum Menniskjusonurin og Nýggja Sáttmálan, sum Føroyska Bíbliufelagið hevur givið út. Og í Sálmabókini eigur hann ein týddan sálm, og í Uppískoytingum 1 yrktan og 11 týddar.

Av borgarligum størvum var Heri í kommunustýrinum á Argjum eina setu, og var tað júst tey árini, tá ið Argja kommuna legði saman við Tórshavnar kommunu í 1997. Tvey tey seinnu teirra var hann formaður.

Av andaligum størvum hevur Heri sitið sum limur í høvuðsstýrinum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, harav nøkur sum formaður. Hann var formaður í sangbókanevndini, tá ið Heimamissiónin og Kirkjuliga Missiónsfelagið góvu sangbók saman í 1996. Í kirkjuráðnum á Argjum sat Heri sum limur frá tí, at tað varð stovnað í 1978 til 1993, harav formaður frá 1985. Í stýrinum fyri Kirkju- og missiónshúsið sat Heri frá 1974 til 1992.

Heri giftist Rigmor, fødd Hansen, av Argjum. Hetta varð beint fyri ólavsøku, 25. juli, í 1965. Fyrsta árið búðu tey í Leirvík, til tey fluttu á Argir og bygdu beint við barnaheimið hjá Rigmor – nærindis gomlu bygdini.

Hjúnini eiga 5 børn: Jónheðin, Oddur, Vónbjørt, Jens Michalog Maritu. Ommu- og abbabørnini telja 15 og langommu- og langabbabarnið 1.

Kirkjuráðið takkar Hera Tróndheim hjartaliga fyri trúgva og góða tænastu, og ynskir honum og Rigmor og familju teirra Guds styrki og signing í komandi døgum.

Kirkjuráðið í Argja kirkju

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo