Í Vestmanna er gott at búgva – lat ongan sum helst iva vera um tað. Her er alt tað, sum krevst, fyri at fáa fólk í øllum aldri at trívast.
Kommunan hevur tøk, byggibúgvin grundstykkir, eitt vælvirkandi dagstovnaøki, har er ongin bíðilisti og onki starvsfólkatrot. Her er barnaskúli, serflokkatilboð, framhaldsdeild, og ber Vestmanna skúli orð fyri at klekja framúr góðar næmingar.
Her er Musikkskúli, Miðnámsskúli, fjølbroytt kvøldskúlatilboð, Bókasavn, Ítróttarhøll, eitt nýmótans Ungdómshús, sum umframt at fáast við list, hevur egið tónleikastudio og egna radiostøð.
Her er eitt framúr fjølbroytt og ríkt tónleikalív og ikki at gloyma Vestmanna Ítróttarfelag, sum spennir seg frá hondbólti til kappróður, og sum herfyri vann heilar fýra hondbóltsfinalur sama dag. Her er badminton, fótbóltur, fimleikur, fitness, yoga og mangt annað.
Her er Whisky distillarí, caféir og ein spennandi mentanardepil ávegis inni á Fitjum.
Fleiri áhugafelagsskapir. Vestmanna Talvfelag, Tabletop sum regluliga skipar fyri borðspølum, Vestmanna byrsufelag, Sjavsfelagið, Vestmanna Bátafelag og MC felagið Guli Hálvmánin.
Skipaðar umstøður fyri eldra ættarliðið. Fimleikur, fitness, Dagtilhaldið, Undirhús, Dagdvølja og Føroya flottasta ellisheim enntá við egnari svimjibrúgv, so bæði starvsfólk og búfólk kunna dyppa.
Vælumtøkta og afturvendandi Bátastevnan, tónleikatiltakið Válan og Vestmannadagar.
Vestmanna hevur Føroya tryggastu havn og 40.000 ferðafólk, sum leggja leiðina hendavegin summarhálvuna.
Soleiðis kundi eg hildið fram. Her manglar onki, als ONKI, uttan eitt trygt og støðugt vegasamband vetrarhálvuna – við øðrum orðum, her manglar ein tunnil.
Eg fái ofta skotið í skógvarnar, at vestmenningar grenja, tí bygdin longu hevur eina góða farleið. Eg haldi ikki at vestmenningar grenja – tvørtur ímóti – men eg eri samd við hesum fólkum í, at vegnum til Vestmannar feilar onki, hann er bara óbrúkiligur ein alt ov stóran part av vetrinum.
Sambært eini kanning, kommunan læt gera í jan. 2022, var fólkatalið í Vestmanna 3% lægri enn tað var í 1985, meðan Sunda- og Vága kommunur – sum vit ofta sammeta okkum við – eru vaksnar við ávikavist 17% og 24%.
Aldurssamansetingin var eisini ein vaksandi avbjóðing, 20 tey seinastu árini vóru bæði aldursbólkurin 0-18 ár og 18-64 ár minkaðir, meðan bæði Sunda- og Vága kommuna, sum báðar hava nútíðarhóskandi farleiðir, stóðu í fagrasta blóma.
Ein spildurnýggj kanning vísir, at tað framvegis gongur skeiva vegin at fáa unga ættarliðið at búseta seg í Vestmanna.
At tey ungu velja heimbygdina frá, tí tey ikki hætta sær at koyra eftir vestmannavegnum um veturin, eigur ikki at koma fyri í einum annars so væl útbygdum samfelag, men tíverri er tað tann beiski veruleikin. Hettar nívir inn á bein, og landsins politikkarar mugu taka støðuna í álvara.
At unga ættarliðið búsetist í heimbygdini hevur alstóran týdning bæði fyri trivnaðin og ikki minst fyri at hava eina haldføra fólkasamanseting, sum er alneyðug, um bygdini skal verða lív lagað.
Vinnulívið hevur stórar avbjóðingar vetrarhálvuna – eisini aðrar dagar á árinum, tá ið vindurin er nógvur.
Stóru trailararnir hjá Hiddenfjord koyra ikki færri enn 1600 ferðir um Høgareyn árliga, bilurin hjá Vest Pack einar 1200 ferðir og bussleiðin á leið 2800 ferðir – tá havi eg ikki trekt avlýsingarnar frá.
Tann dagin, tunga ferðslan kann koyra ígjøgnum tunnilin, ístaðin fyri orkukrevjandi farleiðina um Høgareyn, fer CO2 útlátið at minka, virksemið gerst burðardyggari og vinnulívið fær tryggari og betri karmar at virka undir, og møguleikin fyri, at nýggjar vinnur stinga seg upp, vil økjast munandi.
Seinasta almenna íløgan, sum er gjørd í Vestmanna, er Heimið á Grønanesi, sum varð bygt í 2011. Vestmanna hevur brúk fyri enn fleiri arbeiðsplássum, og tá ið tunnilin kemur, er onki til hindurs fyri, at onkur almennur stovnur flytur higar.
Kommunulæknin hevur ikki búð í bygdini seinastu mongu árini, og teir dagar, vestmannavegurin er stongdur, er ikki sørt nervapirrandi, skuldi onkur havt brúk fyri bráðfeingis læknahond.
Vestmanna og Válurin fáa eina nógv betri tilbúgving, og vil tunnulin eisini lætta munandi um hjá starvsfólkunum á Heiminum á Grønanesi, sum røkja heimatænastuna úr Vestmanna til Leynar, og ikki minst um tryggleikan hjá heimabúgvandi, at veðrið ikki er ein forðing fyri at fáa neyðugu hjálpina.
Ímyndið tykkum, hvussu deiligt tað verður fyri fólki, sum her býr, ikki í tíð og ótíð at verða kvett av frá restini av landinum?
Og tá vit sleppa undan at hoyra afturvendandi boðini frá Landsverki:
- Tað eru av ringastu koyrilíkindum á Vestmannavegnum
- Teir gevast at grava kl. 21:00 í kvøld
- Givist verður at grava vestmannavegin kl. 19:00 í kvøld
- Heitt verður á bilførarar um at vísa varsemi, tí bert eitt spor er grivið á vestmannavegnum
- Vestmannavegurin er stongdur
Ein stórur partur av vestmenningum arbeiða í Havn, tí tað er har, tey flestu almennu arbeiðsplássini eru, og tá ið tunnilin verður veruleiki, sleppa tey altíð til arbeiðis, eisini tey sum arbeiða í skiftivaktum, og fer tað ikki at taka nógv longri enn einar 20 – 25 minuttir at koyra inn til høvuðsstaðin.
Vestmenningar eru kendir fyri at ganga á odda og at bróta burtur úr nýggjum – eisini tá tað snýr seg um at vísa samfelagssinni. Tá stór tøk skuldu takast á sinni í samband við vatnorkuútbyggingarnar hjá SEV, vórðu sett stór og varandi sár á dalar, vøtn og áir í bygdini.
Ein stór vatnorkuútbygging stendur nú aftur fyri framman, har Vestmanna enn einaferð stendur til at missa stórt náttúruríkidømi inni í Heygadali, so verkætlanin kann gerast veruleiki til frama fyri alt Føroya land.
Nú er tíðin væl og virðiliga búgvin til, at Vestmanna bygd fær somu møguleikar at mennast sum onnur økir í Føroyum.
Eitt stk. tunnil takk til 1310 føroyingar sum búgva hesumegin Høgareyn og teirra eftirkomarar.
Bjørg á Rógvi,
borgarstjóri
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo