Lukas Graham vinnur alt meira fram kring Europa og í USA. Seinastu vikuna eru sangir hjá Lukas Graham komnir inn á hitlistar í Svøríki, Finlandi og Noregi, og tíðindini um bólkin spjaðast eisini meira til aðrar partar av Europa. Bólkurin hevur fingið sáttmála við Warner Brothers plátufelagið í USA, og har verður arbeitt við frambrotinum hjá bólkinum.
Í grundini er Lukas Graham við at blíva tað heilt stóra, og tí er ikki vist, at føroyingar í framtíðini fáa somu vitjanir av bólkinum sum í ár. Men nú er so kjansurin at hoyra superbólkin spæla á føroyskum palli.
Konsertirnar um vikuskiftið verða í høllini á Hálsi. Báðar konsertirnar eru standikonsertir, og Signar í Homrum spælir eisini á báðum konsertunum.
Konsertin leygarkvøldið er langt síðani útseld, men atgongumerki fáast framvegis til fríggjakvøldið. Atgongumerki kunnu keypast í Vodafone í SMS og Runavík og á heimasíðuni hjá Reinsarínum. Eisini verða atgongumerki at fáa við dyrnar fríggjakvøldið, um tað ikki verður útselt áðrenn.
Konsertirnar fríggjakvøldið og leygarkvøldið byrja báðar kl. 21.00.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo