Koda, sum er felag sum umsitur rættindi hjá tónasmiðjum, harímillum eisini føroyskum tónasmiðjum, rindaði í fjør góðar 2,4 mió kr til 477 føroyskar tónasmiðir.
Tað skrivar Kringvarpið.
Men tað var bert helvtin av tí, sum Koda kravdi inn frá teimum sum brúka tónleikin, tí tann upphæddin var slakar 4,8 mió kr.
Góðar tríggjar milliónir krónur komu frá sjónvarpi og útvarpi, góðar 800 túsund krónur frá konsertfyriskiparum og slakar 900 túsund frá handlum og øðrum, sum nýta tónleik í bakgrundini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo