Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Tað var heiður himin og kalt í veðrinum. Sólin stóð lágt á luftini, nú allahalgannadagur var í nánd.

Fløvandi sólgeislar sóust sum endurskin á teimum frystu steinsettu gøtunum og skaptu eitt litbrigdi av magn og anda. Tað var vakurt og stórsligið at standa frammanfyri dómkirkjuni í Ribe, ið tignarliga steig upp úr lendinum og hugdi til himmals.

Eyguni festu seg við fuglin, ið fleyg rundan um ta steinsettu kirkjuna. Tað var nakað hugtakandi og livandi yvir hvørjari rørslu. Dúgvurnar kendu staðið og flugu út og inn úr djúpum holum í múrinum.

At kenna seg heima á heilagum staði, tað er júst tað, ið er ein av kirkjunnar fremstu uppgávum. Menniskju mega kenna seg vælkomin, og vitjanin eigur at vera fjálg.

Mangt var mikið gott, hóast huglagið var tyngri enn vanligt. Dagsins setningur var krevjandi, og longsulin eftir heimlandinum vitjaði.

Var staddur uttanlands og orðini um heimlandið og tað at vera fremmandur í hesum heimi fyltu sinnið.

Ikki beinleiðis ein avnoktan av jørðini, men ein mildur longsul eftir tí fullkomna og endaliga Guðs ríki.

Jørðin tykist viðhvørt sum ein klombra sammet við tað himmalska og æviga.

Komin inn í forkirkjuna broyttist hugsanin frá iva til trúarinnar hvíld. Enn sterkari var løtan inni í skipinum.

Nógv skriftstøð úr halgubók vóru málað á prædikustólin, skriftstøð, ið á okkara leiðum vóru víkjandi í kristnari prædiku í undanfarnu øld.

Frá kirkjusøguni vita vit, at rákið í kristnum prædikum upp ígjøgnum tíðirnar hevur verið skiftandi við atliti at tí, ið áherðsla varð løgd á.

Onkuntíð varð jørðin gloymd, tí himmalin fylti alt. Aðrar tíðir gloymdu vit himmalin, og jarðarlívið var miðdepilin.

Tíðarskeið eru í søguni, har læran stóð sterk. Onnur tíðarskeið snúði alt seg um kristna siðvenju ella moral. Sjáldan fevndi heildarmyndin allan tann kristna sannleikan.

Tað er tó skilligt, tí skriftin er ein stór bók við rúgvismiklum pensum. Fáur megnar at greina allar loyndardómarnar.

Til tað krevst tíð og umstøður og ikki minst Andi Guðs, ið gevur lív og greinar orðið.

Kveikjandi var áminningin, tá ið tey kendu orðini úr halgubók fingu nýtt lív og leiddu aftur á slóðina.

“Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika.” (Jóhannes 1,14).

“Tá ið Jesus nú hevði fingið edikin, segði hann: “Tað er fullgjørt!” Og hann boygdi høvdið og gav upp andan.” (Jóhannes 19,30).

“Men um vit ganga í ljósinum, eins og hann er sjálvur í ljósinum, tá hava vit samfelag hvør við annan, og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd.” (1. Almenna bræv Jóhannesar 1,7).

Komin út aftur á tær steinsettu gøturnar var sálarfriðurin berandi. At hoyra eina andakt um Guðs náði og umsorgan hóast bága og tvørleikar. At verða mintur á, at vit liva undir einum opnum himli, og at allar góðar gávur koma omanífrá.

At verða mintur á orðini hjá ápostlinum, at vit orka alt í honum, ið veitir oss styrki.

Morgunin kendist væl ljósari, tí orðini frá signing Mósesar vóru lívgandi. “Sum dagar tínir skal tín styrki vera!” (5. Mósebók 33,25).

Frígerandi at verða loystur frá síni egnu byrðu og verða borin av frelsara heimsins, sum bæði ber hin einstaka og byrðuna.

Heimlongsulin fekk ein mildan uggandi dám og broyttist til gagnliga orku. Ístaðin fyri at meta jørðina sum eina ótýðandi klombru, áðrenn vit koma heim í Guds dýrd, gjørdist vónin um himmalin ein skapandi sannføring.

Vit skulu æra Guðs navn við at gagna medmenniskjum okkara ávegis og frameftir.

Vit mega eins og ein signingar løkur vera við lið teirra, ið hava tað svárt. Vit mega við Guðs hjálp rætta ryggin og liva saman við og teirra vegna, ið ganga tunga mótbrekku.

Megna vit ikki at rætta ryggin, kunnu vit falla Guði til kníggja við samanløgdum hondum og biðja signing Guðs yvir land og fólk. Loksins kunnu vit leggja okkara egna máttloysi í Harrans hendur.

Frá dómkirkjuni í Ribe til fundarhølið í biskupsgarði eru nakrar styttri smalar gøtur. Á einari av gøtunum gekk ein vallari á høkjum.

Hann kendi biskupin á staðnum, heilsaði blídliga og segði: “Tit eru rík og væl fyri! Men, hava tit varnast sólina í morgun?”

Snimma henda sama morgunin var mær torført at síggja ljósið og møguleikan. Vit vóru frísk, ferðug og væl fyri. Tó, tað var ein fátækur vallari, ið minti okkum á, hvussu heppin vit vóru.

Guðs náðisól skínur í lívi teirra, sum geva Jesusi innivist í hjartanum. Vónin er sælasta vissa, at einaferð síggja vit Jesus andlit til andlits í Guds ríkis dýrd og sælu. Amen.

Orðið: “Tí at borgaraskapur okkara er á himnum, haðan sum vit eisini vænta sum frelsara Harran Jesus Krist.” (Filippibrævið 3,20).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo