Tveir dagar fyri limum og teirra avvarðandi og ein dag fyri fakfólkum, ið arbeiða við fólki, ið hava fingið seinheilaskaða.
Tað er kendi neurosálarfrøðingurin Grethe Pedersen, ið er serføðingur í neurosálarfrøði og seinheilaskaða. Grethe er kend av mongum føroyingum, ið hava verið innløgd í Danmark eftir slagtilburð ella annan skaða í heilan. Á Vejlefjord arbeiðir Grethe m.a. við at vegleiða og hjálpa teim raktu og teirra avvarðandi víðari í lívinum eftir skaðan og at meistra gerandisdagin av nýggjum. grethep.dk/grethe-pedersen-neuropsykolog/
130 fólk verða árliga rakt av slagtilburði í Føroyum, so tørvurin er stórur á vegleiðing, viðgerð, endurvenjing og rehabilitering og m.a. lívlangari taluviðgerð.
Tað er viðurkent í øllum Evropa, at avvarðandi eru tann týdningarmesti stuðulin í samband við, at persónur verður raktur av álvarsligari sjúku. Avvarðandi eru eisini neyðugur partur í samstarvinum við tey faklærdu.
Avvaraðandi eru ymisk og hava tørv á fjølbroyttum forstáilsi og átøkum og atlit mugu takast til ymiska tørvin.
Skeiðið vendir sær fyrst og fremst til limirnar í Heilafelagnum, eitt nú avvarðandi hjá fólki við seinheilaskaða, foreldur, hjúnarfelagar, syskin, ommur og abbar og aðrar limir við áhuga fyri innihaldinum á skeiðnum. Aldursmarkið er 18 ár.
Á skeiðnum 12. Og 13. mars vera hesi evni viðgjørd
• Tær ósjónligu fylgjurnar – slag og tyngd
• Ein ferð kring heilans bygnað og viknað
• Tær ósjónligu fylgjurnar
• Hugskot og vegleiðing
Lær at klára gerandisdagin sum avvarðandi
• Reaktiónir hjá avvarðandi
• At liva við óbehagi og avleiðingum
• Netverkið og týdningur tess
Á skeiðinum 14. mars fyri fakfólk verður komið inn á hesi evni:
• Avvarðandi sæð í einum menningarsálarfrøðiligum sjónarhorni
• Sorgin og týdningur hennara í samstarvinum við avvarðandi
• Vit eru ein partar av nervalagnum hjá hvørjum øðrum – onkuntíð tíverri
• Tá skuldarkensla og skomm saman við øðrum kenslum køva huglagið og samstarvið
– komið verður inn á eitt nú kenslu- og kynslív
• Hugskot til tað góða samstarvið við avvarðandi
Við hesi skeiðsrøð ynskir Heilafelagið, ið fyllir 20 ár, at varpa ljós á felagið sjálvt og at geva limum og øðrum týdingarmiklum persónum í netverkinum eina góða frálæru og upplýsing um støðuna, ið 130 føroyingar árliga koma í og tær fylgjur, sum flestu teirra koma at liva við restina av lívinum.
Vit vilja við hesum, varpa alment ljós á álvarsligu støðuna, sum púra óvart rakar ein breiðan hóp av samfelagsborgarum í øllum aldri, tíverri eisini oftari enn áður, tað yngra ættarliðið.
Slagtilburðir kunnu fyribyrgjast – tað krevur eina virkna og tilvitaða kunning í skúlunum frá heilsuverkinum, og í almenna rúminum.
Heilafelagið
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo