Skipað var fyri hátíðarhaldi í Bygdarhúsinum á Strondum í gjár. Høvið var, at tær báðar, Astrid Anthoniussen og Helena Berthelsen, høvdu fingið í lut frá Hennara Hátignar Margrethu Drotning hvør sín heiðurssprota úr silvuri, nú tær hvør í sínum lagi høvdu verið í vinnu á eldraøkinum í meiri enn 40 ár.
Astrid er av Morkranesi, har hon vaks upp sum eitt av níggju systkjum. Í 1978 byrjaði hon sítt virki á eldraøkinum – sum tá var rópt fyri Heimatænastan økið 3 á vestara armi við Skálafjørðin. Hon byrjaði sum heimahjálp fyri tað mesta á Strondum, Skála og á Selatrað. Hetta var í tí tíðini, táið heimahjálpirnar vaskaðu upp og niður hjá eldri fólki, keyptu inn og matgjørdu. Seinri hevur hon arbeitt á Sambýlinum á Skála og nú arbeiðir hon á Sjóvarlon á Strondum.
Helena vaks upp á Hellunum sum eitt av 8 systkjum. Hon er gift Jónasi Berthelsen, og tey búgva við Sjógv á Strondum. Hon byrjaði eisini at arbeiða á eldraøkinum í 1978. Fyrst sum heimahjálp á Skála og á Strondum. Hon hevur eisini verið leiðari í heimarøktini, og hon er framvegis í starvi á Sjóvarlon. Tær eru báðar bornar í heim hin 8. november 1951.
Undir hátíðarhaldinum heilsaði leiðarin á Sjóvarlon, Gunn Olsen, teimum báðum og takkaði hjartaliga fyri drúgva tænastu og dygdarverk í áratíggju. Formaðurin í stýrinum fyri Roðan, Tórbjørn Jacobsen, fekk síðani orðið, og eftir at hann hevði flutt fram røðu og takka teimum báðum, Astrid og Helenu, fyri øll hesi árini, handaði hann kongshúsins vegna, saman við dagliga leiðara Roðans, Jóngerð Guttesen, heiðurssprotarnar í silvuri. Eftir tað var felagssangur sungin og Hallur, Debbi og Jóanes Símunarson Hansen spældu nakrar sangir fyri teimum, sum vóru møtt fyri at heiðra teimum báðum Astrid og Helenu.
Eitt langt virkisskeið í almennari- og kommunalari tænastu við flógvum lógvum og fjálgum hondum var hóskiliga hátíðarhildið í Bygdarhúsinum á Strondum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo