Í hesum sambandi letur upp framsýning í morgin kl. 16 í Ribarhúsi í Fuglafirði við bæði yngri og eldri málningum, sum Heðin hevur málað.
Dávur Juul, borgarstjóri, flytur fram røðu, og Fuglafjarðar Sangkór syngur tveir sangir. Ein góður kaffimuður verður eisini at fáa.
Í sambandi við 70 ára dagin og føðingardagsframsýningina er gjørd ein heilt serlig løriftsmynd við Heðinsa penslastrokum gjøgnum tíðina. Til ber at ogna sær løriftsmyndina, sum er gjørd í avmarkaðum tali.
Framsýningin hongur uppi til 29. mars.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo