Kolumbiskir myndugleikar hava almannakunngjørt fyribils úrslitini frá landroynd av trummusláaranum í Foo Fighters, Taylor Hawkins, sum doyði í gjár.
Kanningin vísir sambært ET Online at trummusláarin hevði tíggju sløg av ymiskum narkotiskum evnum í kroppinum, teirra millum marijuana, antidepressivir, benzodiazepinir og opiodir.
Taylor Hawkins var 50 ára gamal.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo